2018-07-24 11:21
Amerikanski svimjarin Ryan Lochte hevur fingið 14 mánaðir karantenu fyri doping, tí at hann hevur nýtt ov nógv av einum lógligum evni. Hetta boðaði amerikanska anti-doping agenturi Usada frá í gjár.
Lochte legði eina mynd út á sosialar miðlar í mai, har hann sæst fáa eitt ella annað slag av drop. Usada fór at kanna hetta, og hóast tað vísti seg at verða eitt lógligt evnið, so var mongdin ov nógv.
Lochte hevur góðtikið karantenuna.
Lochte var í andglettinum í OL í Rio í 2016, tá hann saman við øðrum gjørdi herverk á eini bensinstøð. Lochte og hinir søgdu at teir vóru fyri vápnaðum tjóvarí, men hetta vísti seg at verða ósannindi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald