Annað

OL verður uttan einnýtisplast

– Vit hava tikið avgerð um, at olympisku leikirnir skulu vera fyrsta stóra tiltakið uttan einnýtisplast, sigur borgarstjórin í París.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-05-27 15:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Næsta summar verður OL í franska høvuðsstaðnum París, og tað verður uttan einnýtisplast, sigur Anne Hidalgo, borgarstjóri í býnum.

– Vit hava tikið avgerð um, at olympisku leikirnir skulu vera fyrsta stóra tiltakið uttan einnýtisplast, sigur hon sambært DR.

Heilt ítøkiliga merkir hetta, at áskoðarar ikki fáa atgongd til kappingarnar, um tey hava plastfløskur við sær í ítróttahøllina ella hvar kappingin annars verður hildin.

Rennarar, sum luttaka í olympisku maratonrenningini skulu eisini drekka úr endurnýtslukoppum, og Coca Cola, sum stuðlar OL í París fer at bjóða drykkjuvørur úr endurnýtsluglasfløskum.

Fyriskiparar av OL 2024 siga, at endamálið er, at CO2-útlátið skal minka niður í helvt samanborið við útlátið frá OL í Rio í 2016 og London í 2012.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder