Aftur í ár fara havnarmenn og klaksvíkingar at kappast á tíggju talvborðum ólavsøkuaftan. Byrjað verður eftir kappróðurin klokkan 18.
Telvað verður í hølum Havnar Telvingarfelags ovast í Finsen. Telvararnir fáa fimtan minuttir í part til talvið umframt tíggju sekund fyri hvønn leikin.
Hetta er triðja árið, at telvað verður ólavsøkuaftan, eftir at siðvenjan varð uppafturtikin eftir íhald í nøkur ár. Havnarmenn vunnu fyrraárið og klaksvíkingar í fjør.
Roknast kann við jøvnum og spennandi dysti. Havnarmenn hava ikki fremstu fýra telvararnar við - Helgi Dam Ziska, Martin Poulsen, Olaf Berg og Carl Eli Samuelsen eru ikki tøkir í ár. Hjá klaksvíkingum mangla báðir Ranarnir - Nolsøe og Baldursson - umframt Terji Petersen og Finnbjørn Vang.
Men havnarmenn hava leitað fram aftur tveir av sínum gomlu føroyameistarum og OL-telvarum - útisetarnar Flóvin Tór Næs (FM 2000) og Rógva Winthereig Rasmussen (FM 1996), sum manna bæði fremstu borðini.
Liðini verða soleiðis mannað:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald