Nýggi føroyameistarin í billard fyri einstaklingar eitur Ólavur Kjølbro og er úr Havnar Billardfelag. Hann vann í dag í finaluni á verandi FM meistara av Tvøroyri, Páll Hera Nolsøe. Nr. 3 gjørdist Kristian Suni Høgnesen úr Klaksvíkar Billardfelag. Hetta er fyrstu ferð í 18 ár, at FM gullið fyri einstaklingar fer til Havnar Klubba, nú Havnar Billardfelag.
Herfyri vann Havnar Billardfelag eisini føroyameistarakappingina fyri lið. Tá var Ólavur Kjølbro á liðnum saman við Jógvan Jørgensen.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í høvuðsstaðnum handaði nýggja føroyameistaranum steypið.
Finaludysturin í dag gjørdist ikki sørt spennandi, nú verandi føroyameistarin av Tvøroyri í hálvfinaluni setti føroyskt billardmet við at vinna dyst eftir einans trý umfør og hevði metúrslitið góð 166 eygu í meðal. Hetta rimmar úrslit koppaði tó ikki mótstøðumanninum í finaluni, Ólavi Kjølbro, sum vann ein rættiliga tryggan sigur. Ólavur hevði eitt meðal uppá 50 eygu, meðan Páll Heri hevði 40 eygu í meðal.
Páll Heri Nolsøe, silvurvinnari í 2023
Vert er at bíta merki í, at umframt Ólav Kjølbro sum nýklæktan føroyameistara og gullvinnara, so eru bæði silvur- og bronsuvinnararnir í dag, Páll Heri Nolsøe og Kristian Suni Høgnesen fyrrverandi føroyameistarar í billard.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn handar silvurvinnaranum Páll Hera Nolsøe steyp.
Undir hátiðarhaldi eftir kappingina vórðu steyp handað til bestu liðini í ymsu deildunum í liðkappingini, sum hevur verið leikt seinasta hálva árið kring landið.
Kristian Suni Høgnesen fær handað steyp av Heðin Mortensen, borgarstjóra fyri triðja plássið.
Tað var annars Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sum handaði steypini til vinnararnar. Haraftrat handaði Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu steyp til fleiri av vinnandi liðunum teirra millum nýggja billardfelagið Skálafjarðar Billardfelag, sum gjørdi tað bragd at koma upp í bestu deildina komandi kappingarár.
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu handar umboðum fyri Skálafjarðar Billardfelag, steyp fyri vinnandi plássið í 2. deild og harvið upprykkjari til bestu deildina næsta kappingarár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald