Stórur spenningur var longu í hálvfinaluni í FM kappingini í billard á Tvøroyri í gjár, tá teir báðir fremstu spælararnir og báðir við FM heitum í skjáttuni, møttust við billardborðið.
Úrslitið av innleiðandi kappingini gjørdist nevniliga, at Òlavur Kjølbro og Páll Heri Nolsøe skuldu dystast um annað finaluplássið. Og her hendi tað sum ikki einaferð teirra millum, at spenningurin var í hæddini til tað seinasta. Páll Heri legði seg klárt á odda og tørvaði einans 6 eygu, tá Ólavur fór til borðið og gjørdi tað bragd móti endanum av dystinum at rudda borðið við 216 eygum og harvið lokaði dystin einans seks eygu frammanfyri Páll Hera. Endaliga úrslitið av hesi einu hálvfinaluni gjørdist 500 - 494.
Ólavur Kjølbro var knívskarpur móti endanum á halvfinaludystinum móti FM meistaranum seinastu tvey árini, Páll Hera Nolsøe við tveimum hálum uppá ávikavist 120 og 216 eygum. Tað var júst nóg mikið til at taka leiðsluna og harvið gullið.
Hina hálvfinaluna millum Per Hansen og Jógvan Jørgensen vann Per greitt við 500 eygum móti 282 eygum.
Per Hansen úr Havn manglar nú "bara" at vinna sítt fyrsta FM heiti fyri staklingar. Her er hann í essinum móti Jógvani Jørgensen eisini úr Havn.
Við sera javna úrslitinum móti verandi føroyameistara møtti Ólavur Kjølbro Per Hansen í finaluni og vann har stórt við 500 eygum móti 206. Í dystinum um bronsuna vann Páll Heri greitt á Jógvani við 500 eygum móti 254 eygum.
Eftir kappingina handaði borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen vinnarunum steyp.
![]()
Vit síggja, hvussu Páll Heri leggur seg klárt á odda fyri síðani at vera væl og virðiliga yvirhálaður í endaspurtinum.
![]()
Per fær ikki eitt bein til jørðina í finaluni, har Ólavur brúkar 9 umfør at røkka 500 eygunum. Styrkin hjá Ólavi og somuleiðis Páll Hera er at gera verulig hál eitt fyri og annað eftir.
![]()
Ólavur Kjølbro gull og føroyameistari, Per Hansen silvur og Páll Heri Nolsøe bronsu.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald