Tað er stór frágongd í Fuglafirði. Uros Stojanov og Filip Djordjevic eru farnir í summar, og nú takkar enn ein fyri seg.
Talan er um høvuðsvenjaran, Ólavur Larsen, sum ikki longur er venjari hjá felagnum. Hann hevði annars sáttmála fyri 2021 og 2022 upp á pláss í felagum.
- Vegna starvsnevndina hjá ÍF, skulu vit hervið boða frá, at Ólavur Larsen hevur sagt seg úr starvi, sigur ÍF í fráboðan. Sagt verður at ÍF arbeiðir við einari loysn.
ÍF skrivaði annars í apríl undir sáttmála við Ólav Larsen yri kappingarárini 2021 og 2022.
Spenningur er í botninum í Betri deildini. Við sigrinum hjá B68 á ÍF í gjár, hála toftamenn seg upp á 9 stig, og ota seg inn á ÍF og 07 Vestur sum hava 11 stig hvør.
Støðan í Betri deildini
1. KÍ 41 stig (15 dystir)
2. Víkingur 31 stig (14 dsytir)
3. HB 30 stig (14 dystir)
4. NSÍ 27 stig (15 dystir)
5. B36 24 stig (14 dystir)
6. EB/Streymur 12 stig (13 dystir)
7. ÍF 11 stig (15 dystir)
8. 07 Vestur 11 stig (14 dystir)
9. B68 9 stig (15 dystir)
10. TB 2 stig (13 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald