Fótbóltur

Ólavur Mikkelsen kunnger fyrsta hópin

Mánadagin fara Eyðun Klakstein og Ólavur Mikkelsen at kunngera hóparnar til landsliðsuppgávurnar hjá manslandsliðnum og U21, sum eru á skránni fyrst í juni mánað.

Ólavur Mikkelsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ólavur Mikkelsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-05-24 22:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður við nýggjum venjara við stýrisvølin, tá føroyska U21 landsliðið leygardagin 7. juni fer undir eina nýggja EM undankapping.

Fyrr í ár setti Fótbóltssamband Føroya Ólavur Mikkelsen í starv sum venjara hjá U21-landsliðnum, og fyrsta uppgávan verður um tvær vikur, tá Estland kemur á vitjan á Djúpumýru í Klaksvík.

Eisini manslandsliðið skal á vøllin aftur í næstum. Hósdagin 5. juni spæla Georgia og Føroyar venjingardyst í Tblisi, og fýra dagar seinni, 2. hvítusunnudag, mánadagin 9. juni spæla Føroyar og Gibraltar HM undankappingardyst á Tórsvølli.

Í hesum sambandi verður skipað fyri tíðindafundi í Trinstovu á Tórsvølli mánadagin 26. mai klokkan 10. Á tíðindafundinum fara landsliðsvenjararnir at kunngera hóparnar til komandi uppgávur.

A menn (FIFA World Cup 2026)
5. juni Georgia – Føroyar (venjingardystur / kl. 17)
9. juni Føroyar – Gibraltar á Tórsvølli (kl. 19:45)

U21 (EM 2027)
7. juni Føroyar – Estland á Djúpumýru í Klaksvík (kl. 18)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder