
EB/Streymur kunngjørdi í gjárkvøldið sín triðja nýggja leikara til 2022. Fyrr í mánaðinum hava málverjin Kristian Joensen og verujukendi miðvallarin Dánjal Godtfred, ið koma úr ávíkavist KÍ og TB, skrivað undir við felagið, ið endaði nummar sjey í 2021, og nú er greitt, at ein lámur verjuleikari kemur inn í hópin.
Talan er um 23-ára gamla Ólav Niclassen, sum í ár spældi 25 dystir fyri ÍF. Hann er annars klaksvíkingur/viðoyingur, og var partur av besta liðnum hjá KÍ frá 2016 til og við 2020. Í 2019 gjørdist hann føroyameistari við felagnum, har hann millum annað spældi 90 minuttir og legði upp til eitt mál í FM-finaluni í Gundadali móti B36.
Ólavur spældi seks evropeiskar dystir fyri KÍ og hevur eisini royndir frá U17, U19 og U21-landsliðnum. Sambært Faroesoccer hvur hann spælt beint undir 100 dystir á hægsta støði í Føroyum - 96 dystir. Hann hevur framvegis sítt fyrsta mál til góðar.
- Ólavur er vinstrabeintur verjuleikari og spælir fyri tað mesta á vinstra bakki og í miðverjuni. Ólavur er vinstrabeintur verjuleikari og spælir fyri tað mesta á vinstra bakki og í miðverjuni, skrivar EB/Streymur á Facebook-síðu sínari um nýggja leikaran.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald