Annað

Ólavur og Hallur vunnu fyrsta úrtøkuumfarið í billard

Skulu í dag dystast móti seks øðrum av teimum frægastu billardspælarunum í landinum um seinastu plássini í FM finaluni í komandi viku..

Hallur Joensen er aftur at síggja við billardborðið í Klaksvík. Hóast búsitandi í Danmark hevur hann valt at vera við til FM fyri einstaklingar í ár. Mynd Jan Müller

Hallur Joensen er aftur at síggja við billardborðið í Klaksvík. Hóast búsitandi í Danmark hevur hann valt at vera við til FM fyri einstaklingar í ár. Mynd Jan Müller

2024-04-20 12:45 Author image
Jan Müller
placeholder

Úrtøkukappingin (kvalifiseringin) til FM í billard fyri einstaklingar heldur fram í Klaksvík í dag. Tað vórðu, sum væntað, teir verandi og fyrrverandi FM meistararnir, Ólavur Kjølbro og Hallur Joensen, ið spældu seg víðari til seinna úrtøkuumfarið, sum verður spælt í hølunum hjá Klaksvíkar Billardfelag í dag.  Teir dystast saman við Kristian Suna Høgnesen, Sonhard Johannesen, Jógvan Jørgensen, Carsten Hansen, Max Rasmussen og Henrik Sommer.

[object Object]Ólavur Kjølbro, sum valdi billard frá í hesum kappingarárinum, er nú aftur at síggja við billardborðið í Klaksvík, har hann skal royna at verja FM heitið, hann vann í fjør. Mynd Jan Müller


Tveir teir bestu koma víðari til finaluumfarið, sum verður spælt komandi fríggjadag og leygardag eisini í Klaksvík. Har hava longu seks man kvalifiserað seg við bestu úrslitinum  í seinastu liðkapping. Hesir eru Páll Heri Nolsøe, Markus Olsen, Urbanus Olsen,  Niels Nielsen,  Per Hansen og Bjarni Skaalum.

Ilt er at gita um úrslitið av kappingini í dag, tí her er talan um fleiri sera góðar spælarar, men samanumtikið má sigast, at Ólavur og Hallur framvegis eru bestu boðini, um teir raka dagin. Teir báðir vístu framúr gott spæl í fyrsta úrtøkuumfarinum í gjár, tó at Hallur hevði torført við at syfta dugnaliga fuglfirðingin Rúna Jacobsen, ið vísti framúr gott spæl allar dystirnar.

[object Object]Rúni Jacobsen úr Fuglafirði vísti framúr gott spæl í úrtøkukappingini í billard í Klaksvík í gjár, tó at hann mátti lúta fyri eini av billardkempunum Halli Joensen. Mynd Jan Müller


Í avgerandi dystinum móti Halli gav hann honum skarpan gang, men Hallur dróg longra stráið og vann við 500 móti 400 eygum. Hóast tap í hesum seinasta dystinum so hevur Rúni víst, at hann telist millum teir frægastu spælararnar í landinum, og lítil ivi er um, at vit fara at síggja meira til hann í komandi kappingum.

Tað nýggja og áhugaverda við FM kappingini í ár er tann, at kappingin í dag verður stroymd á Facebook á Billard FO.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder