Annað

Ólavur og Urbanus ringir at taka

Klaksvíkar Billardfelag liggur greitt á odda, nú seinna umfar byrjar í nýggja árinum.

Rúmligu og hugnaligu billardhølini í Klaksvík hava fostrað mangar góðar spælarar og FM vinnarar. Fer tað at henda aftur í ár?

Rúmligu og hugnaligu billardhølini í Klaksvík hava fostrað mangar góðar spælarar og FM vinnarar. Fer tað at henda aftur í ár?

2026-01-05 18:48 Author image
Jan Müller
placeholder

Sum støðan er í billardkappingini fyri lið eru útlit til, at klaksvíkingar verða millum fremstu liðini og verða ringir at taka, nú kappingin er komin í helvt.

[object Object]

Klaksvíkar Billardfelag 1 við Ólavur Kjølbro og Urbanus Olsen hevur lagt seg á odda við 21 stigum, tó at tað ikki er so langt aftur til nr. 2, Havnar Billardfelag 1 við Jógvan Jørgensen og Per Hansen,  sum hevur 17 stig.

[object Object]

Nr. 3 í føroyameistarakappingini er Havnar Billardfelag 2 við Niels Nielsen og Hans J. Kollsker við 16 stigum.

[object Object]

Beint í hølunum á teimum koma tvøramenn við 15 stigum tó  við einum dystarumfari færri. Nr. 5 er Billardfelag Fuglafjarðar 1 við 10 stigum eisini við einum dystarumfari færri. Aftast kemur Klaksvíkar Billardfelag 2 við 9 stigum. Kappingin heldur fram í januar. Meira um støðuna í hinum deildunum seinni. 

[object Object]

Hyggja vit eftir einstøku úrslitunum hjá spælarunum hevur Páll Heri Nolsøe av Tvøroyri besta úrslitið við 34,48 eygum í meðal. Næstur honum kemur Ólavur Kjølbro úr Klaksvík við 31,51 eygum og nr. 3 er Bjarni Skaalum úr Fuglafirði við 30,65 eygum í meðal. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder