Fótbóltur

Ólavur: Skulu spæla upp til okkara besta

Ein stór uppgáva stendur fyri framman hjá føroyska U21 landsliðnum, sum í kvøld klokkan 20:00 møtir Fraklandi á útivølli.

Ólavur Mikkelsen, venjari hjá U21 landsliðnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ólavur Mikkelsen, venjari hjá U21 landsliðnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-11-17 11:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

FSF: – Vit vóru ikki heilt nøgdir við egið avrik móti fransmonnum á heimavølli í oktober, og hetta ynskja vit at betra um. Og skulu vit fáa eitt gott úrslit hesaferð, so krevst at vit spæla upp til okkara allar besta.

Tað sigur Ólavur Mikkelsen, venjari hjá U21 landsliðnum, sum í kvøld klokkan 20:00 skal møta Fraklandi á útivølli.

– Vit hava fyrireikað okkum væl, og fingu eisini nógv burturúr venjingardystinum móti Ungarn. Allir í hópinum eru væl fyri, so ja, vit eru klárir, væl vitandi, at uppgávan verður stór og trupul, og vit skulu rokna við at koma at standa nógv í verjustøðu, sigur Ólavur Mikkelsen.

Undan dystinum eru Føroyar fremst í bólkinum við níggju stigum. Sveis og Ísland hava átta stig, og á fjórða plássi er Frakland við sjey stigum. Estland hevur tvey stig, og aftast er Luksemborg við einum stigi.

U21 EM undankappingardysturin millum Frakland og Føroyar í kvøld byrjar klokkan 20:00, og kann síggjast beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder