Hon var bert 16 ára gomul, tá hon í 2006 á fyrsta sinni varð úttikin til A-landsliðið. Kvinnurnar høvdu eina innleiðandi EM undankapping á skránni, og táverandi landsliðsvenjari Álvur Hansen sendi boð eftir Olgu Kristinu Hansen, sum longu tá var ein lyklaspælari á besta kvinnuliðnum hjá AB.
Síðan fyrsta dystin fyri 17 árum síðan, hevur hon spælt undir fýra fylgjandi landsliðsvenjarum og fingið óteljandi stórar og stuttligar upplivingar við á vegnum. 68 landsdystir er tað blivið til, men nú er avgerðin tikin um at steðga.
- Eg havi verið glað fyri allar upplivingarnar og samanhaldið á landsliðnum, og eg havi eisini glett meg ótrúliga nógv til at spæla eftir nýggja Nations League leistinum. Men nú kennast umstøðurnar og løtan til at gevast rættar, sigur Olga Kristina Hansen í longri grein á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum.
Føroyar og Montenegro spæla klokkan 18 fyrsta dystin í Nations League. Dysturin verður á Tórsvølli. Atgongumerki kann keypast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald