Hondbóltur

Óli gjørdist toppskjútti í tøttum dysti í Kroatia

Tey sjey málini hjá 18-ára gamla hoyvíkinginum vóru ikki nóg mikið hjá Sävehof, ið tapti við einum í fyrsta umfarinum í European League-meginumfarinum.

Óli Mittún í U19 HM-dystinum móti Týsklandi í Kroatia síðsta summar. tá hann skoraði 13 mál, og Føroyar vunnu. Í gjár var kviki bakkurin aftur í Kroatia og gjørdi bart (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Óli Mittún í U19 HM-dystinum móti Týsklandi í Kroatia síðsta summar. tá hann skoraði 13 mál, og Føroyar vunnu. Í gjár var kviki bakkurin aftur í Kroatia og gjørdi bart (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

2024-02-14 09:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrstu átta dystirnir í meginumfarinum í European League vórðu spældir í gjárkvøldið. Fyri jól spældu 16 lið seg víðari úr bólkaspælinum í næststerkastu evropeisku kappingini, og nú skuldu tey royna seg aftur.

Svensku silvurvinnararnir úr IK Sävehof hava trý stig við sær víðari. Í gjár skuldi liðið royna seg í Nexe í Kroatia. Heimaliðið var favorittur og var á odda við trimum málum í steðginum, men Óli Mittún og hinir stríddu seg inn í dystin aftur

18-ára gamli hoyvíkingurin var toppskjútti í HM-endaspælinum fyri U19-landslið í júst Kroatia í august. Í gjár gjørdist hann toppskjútti í dystinum í sama landi. Óli skoraði 7 mál uppá 11 skot móti stinna Domink Kuzmanovic í málinum.

Tað seinasta skotið var eitt fríkast, tá tíðin var farin. Tað varð litið Óla Mittún upp í hendurnar at royna seg, men tá gekk ikki. IK Sävehof tapti 29-28. Hetta var fyrsta tapið hjá liðnum í kappingini - um seks dagar er lykladystur móti Skjern á skránni í Göteborg.

[object Object]Óli Mittún í U19 HM-dystinum móti Týsklandi í Kroatia síðsta summar. tá hann skoraði 13 mál, og Føroyar vunnu. Í gjár var kviki bakkurin aftur í Kroatia og gjørdi bart - í næstu viku skal hann royn at spæla Sävehof víðari í European League (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Fücshe Berlin vann 32-29 í Rumenia eftir at hava verið aftanfyri í steðginum. Týska toppliðið hevði stig við sær víðari, og millum annað Mathias Gidsel varð spardur til dystin móti CSM Constanta. Hákun West av Teigum spældi móti Hamburg í Bundesliguni mánakvøldið. Hann byrjaði eisini inni í gjár, men fekk ein alboga í andlitið eftir bert tveir minuttir og kundi tí ikki spæla víðari. Harvið var Hans Lindberg á høgra vongi næstan allan dystin.

Jóhan á Plógv Hansen hevði trý skot av høgra vongi og skoraði uppá øll trý, tá havnarmaðurin var við til at vinna á sínum gamla felagi, Bjerringbro-Silkeborg. Tað endaði 38-28 í Flensburg, tá mongu danirnir vunnu á danska felagnum. Jóhan og liðfelagirnir eru oddalið og favorittar í sínum bólki. Nummar eitt í hvørjum bólki, ið telur fýra lið, fer beinleiðis víðari til fjórðingsfinalurnar. Nummar tvey og trý í hvørjum bólki enda í áttandapartsfinalunum.

Fult umfar í European League, 2. umfar í høvuðsumfarinum, er á skránni týsdagin 20. februar. Sí støðu og dystarskrá her - summi lið høvdu stig við sær úr innleiðandi bólkaspælinum.

[object Object]Jóhan á Plógv Hansen var tryggur ímóti gamla felagi sínum í gjár (Mynd: EPA)

Dagført: 21.56

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder