Hondbóltur

Óli hevur flest upplegg og málstig í EM-endaspælinum - Pauli hevur flest bjargingar

Elias Ellefsen á Skipagøtu er eisini høgt á mál og uppleggslistunum.

Óli Mittún hevur higartil víst seg framúr væl fram til EM-endaspælið: 20-ára gamli er eftir tvey umfør millum annað á odda á tveimum EM-topplistum (Mynd: Sverri Egholm)

Óli Mittún hevur higartil víst seg framúr væl fram til EM-endaspælið: 20-ára gamli er eftir tvey umfør millum annað á odda á tveimum EM-topplistum (Mynd: Sverri Egholm)

2026-01-19 13:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Oslo, Noreg (Portalurin): Føroyar fylla nógv í EM-endaspælinum - bæði vegna avrik og alt rundanum.

Og um hugt verður eftir topp-listum fyri mál, upplegg og bjargingar í endaspælinum eftir tvey umfar, so eru fleiri føroyingar ovarlaga.

Sí yvirlit hjá EHF her

EM-toppskjúttar:
3. Elias Ellefsen á Skipagøtu: 18 mál (22 skot - 82 prosent) - harav átta brotskøst og bert eitt brent. Elias hevur eisini skorað triðflest brotskøst í kappingini

Mál - uttan brotskøst:
3. Óli Mittún: 16 mál (18 skot - 88.9 prosent) 
Bert Simon Pytlick og Mathias Gidsel hava skorað fleiri mál uttan brotskøst. Óli hevu tó hægst skoringsprosent av teimum við somikið nógvum skotum

Málstig (Mál+upplegg):
1. Óli Mittún: 31 stig (16 mál + 15 upplegg)
2. Elias Ellefsen á Skipagøtu: 28 stig (18 mál + 10 upplegg)

Spælarar sum Gidsel, Janc (Slovenia) og Kiko Costa eru beint undir hesum

Flest upplegg: 
1. Óli Mittún:
 15 upplegg

(Elias er í topp-fimm við 10)

Flest bjargingar: 
1. Pauli Jacobsen: 24 bjargingar (34,3 prosent) - hægst tal av bjargingum saman við Nikola Portner (Sveis) men føroyingurin hevur hægri prosent

Sí eisini: Video: - Elias skoraði besta EM-málið í gjár - Pauli hevði næstbestu bjargingarnar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder