Hondbóltur

Óli Mittún: - Fantastiskt at fáa ein seinasta dans saman við góðu vinmonnunum

A-landsliðsspælarin hevur glett seg nógv til U21 HM: - Á einum góðum degi hjá Føroyum er tað so at siga bara Spania, ið kann vinna á okkum, heldur profilurin. Tó staðfestir hann, at Føroyar eru í einum ógvuliga sterkum bólki.

Óli Mittún undir HM-endaspælinum fyri U19-lið í Kroatia í 2023, har Føroyar taptu fyri Egyptalandi eftir longda leiktíð í fjórðingsfinaluni. Hoyvíkingurin gjørdist toppskjútti í hesari kappingini - eins og í U18 EM (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Óli Mittún undir HM-endaspælinum fyri U19-lið í Kroatia í 2023, har Føroyar taptu fyri Egyptalandi eftir longda leiktíð í fjórðingsfinaluni. Hoyvíkingurin gjørdist toppskjútti í hesari kappingini - eins og í U18 EM (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

2025-06-16 22:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað var sjálvandi mega stórt at heilsa uppá kong. Sjálvur eri eg ikki tann, ið er mest royalur av øllum, men haldi tað var sera stuttligt at vera partur av. Kongur og drotning vóru ógvuliga niðri á jørðini, og vit snakkaðu leingi við tey bæði. Tey virkaðu sera áhugaði í framgongdini hjá føroyskum hondbólti, sum sjálvandi var sera stuttlig.

Hetta sigur Óli Mittún, tá Portalurin prátaði við 20-ára gomlu hondbóltsstjørnuna. Áðrenn vit komu inn á U21 HM-endaspælið, sum er fyri framman, vildu vit vita, hvussu Óli upplivdi løtuna við Tjarnir mikudagin. Í seinastu viku var hoyvíkingurin ein av føroysku landsliðsspælarunum, sum beinleiðis heilsaði uppá Fríðrik kong og Mary drotning. Føroyskur hondbóltur var á breddanum eina løtu undir kongaligu vitjanini í Føroyum, har HSF millum annað legði fram.

[object Object]Óli Mittún fortelur her Mary drotning eitthvørt, meðan landsliðsliðfelagin Allan Norðberg undirheldur kongi (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: - Vit hugsa um hvussu vit kunnu gerast heimsmeistarar

Seinasti dansurin verður í Póllandi - sterkari lið enn nakrantíð

Føroyar vóru upprunaliga júst ov stuttar til hetta endaspælið, tí liðið endaði á 18. plássi í EM-endaspælinum fyri U20-landslið í fjør. Men av tí at Nýsæland noyddist at geva avboð til HM-endaspælið, fór plássið til hægst styrkismetta liðið í Evropa, sum ikki hevði spælt seg til HM: Føroyar.

- Eg haldi, tað er heilt fantastiskt at fáa hendan her eyka møguleikan, sum er jú eisini ein “last dance” hjá okkum. Og so er tað bara altíð skeg at spæla við hesum árganginum; serliga tí eg havi so nógvar góðar vinmenn á liðnum.

Óli Mittún hevur sjálvur verið stóri profilurin hjá hesum árgangunum, men har eru nógvir ógvuliga dugnaligir spælarar. Tá vit spyrja komandi GOG-spælaran. um hetta er ikki sterkasta, sum hesir hava verið, svarar hann játtandi.

- Eg haldi ikki, at liðið sum so hevur verið sterkari enn fyrr. Vit síggja millum annað nú, hvussu væl leikarir sum Høgni Heinason og Trúgvi Hávardsson spæla í Føroyum. Men hesuferð sleppa vit tíðanverri ikki at fáa styrk frá yngra landsliðinum við, sum er sjálvandi sera keðiligt. So torført at siga men eg veit í øllum førum, at vit allir eru sera spentir, og gleða okkum ómetaliga nógv til ein “last dance”

Her við yngri spælarunum sipar Óli helst serliga til, at Jákup Egholm (føddur í 2007) hesaferð ikki slapp við vegna avgerð hjá HSF. Ógvuliga dugnaligi vongurin hevur verið við 2004 og 2005-árgangunum til seinastu tvey endaspølini.

Sí eisini: Seinasti dansurin hjá 04- og 05-árgangunum verður í Polandi

[object Object]Óli Mittún saman við Aleksandar Sasha Lacok og Jákup Egholm undir U18 EM-endaspælinum í Kroatia. Óli og Sasha verða aftur ógvuliga týðandi hesaferð - Jákup skal ikki spæla saman við teimum eldru hesaferð (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Skulu framvegis framvið trimum sterkum liðum

Av tí at Føroyar yvirtóku plássið hjá Nýsælandi, stóð man í roynd og veru at vera í lægst styrkismettur: Í bólki 4 av 4. Hetta ger, at innleiðandi bólkurin hjá Føroyum á pappírinum er tann tættasti og samanlagt kanska sterkasti av teimum átta HM-bólkunum í Póllandi. Óli Mittún setur soleiðis orð á hann.

- Eg síggi trý líð, sum øll eru sera sterk. Øll endaðu frammanfyri okkum til EM 2024. Rumenia kenna vit lítið til, uttan ein vinstrabakk sum er sera góður. So har verður lykilin allarhelst at steðga honum. Norðurmakedónia kenna vit so at siga null til, men hugsi at vit eru lítlir favorittar har. Og so er tað sjálvandi Ísland, sum vit hava spælt móti eini 10 ferð, har vit hava vunnið so at siga hvørjaferð. Eg vildi sagt, at íslendingar eru blivnir munandi betri seinastu árini, men tað eru vit sjálvandi eisini. So ein sera tættur bólkur við ongum liði uttanfyri Evropa, sum er eitt sindur keðiligt.

Tvey lið koma víðari úr hvørjum bólki. Samanlagt 32 lond eru við til endaspælið í Póllandi, har Føroyar spældir allar sínar dystir í Katowice.

[object Object]
Óli Mittún hevði eina frálíka EM-undankapping fyri A-landsliðið. Hann er júst vorðin tjúgu ára gamal - nú skal fyrrverandi Sävehof-spælarin og komandi GOG-spælarin skjótt spæla sínar seinastu ungdómslandsdystir (Mynd: Sverri Egholm)

Til seinast spurdu vit nummar 78 um málið hjá føroyska U21-landsliðnum Í endaspælinum. Tað vil hann ikki siga so nógv um, men sjálvsáltið er í lagi.  

- Eg haldi ikki, at vit hugsa enn um, hvussu langt vit skullu røkka. Vit hugsa fyrst og fremst um bólkin hjá okkum og vilja sjálvandi koma víðari har frá. Tó skal sigast, at á einum góðum degi hjá okkum, er tað so at siga bara Spania, ið kann vinna á okkum.

Spania hevur vunnið seinastu endaspølini hjá hesum árgangunum og er eisini stóri favoritturin í Póllandi. Fyrsti dysturin hjá Føroyum verður móti Norðurmakedónia, mikudagin 18. juni klokkan 13 føroyska tíð.

------------------------------------------------------

Føroyski hópurin til HM-endaspælið:

Málverjar.
Torstein Sivertsen, H71
Aleksandar Lacok, TSV St. Otmar St. Gallen (SUI)

Vinstri vengur:
Sofus í Selvindi Nattestad, StÍF
Rói Seyer Hjaltason, H71

Høgri vengur:
Niklas Gaard, Kyndil
Óla Jákup Gaard Olsen, VÍF

Strikur:
Tóki Fríðriksson, KÍF
Eyðbjørn Heini Danielsen, VÍF
Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (SWE)

Bakkar:
Óli Mittún, GOG (DEN)
Høgni Heinason, H71
Høgni Højsted, H71
Rókur Ziskason, H71
Búi D. Poulsen, Grindsted GIF (DEN)
Trúgvi Hávardsson, StÍF
Tróndur Johnsson, VÍF

Venjarar: Djóni Gaard Joensen og Hjalti Mohr Jacobsen

Navnið á feløgunum er tað, sum spælararnir, sum nú er í øllum førum, skulu spæla við eftir summarsteðgin
 
Innleiðandi leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:
Mikudagin 18. juni kl. 13.00 Norðurmakedonia – Føroyar
Hósdagin 19. juni kl. 10.45 Føroyar – Ísland
Leygardagin 21. juni kl. 10.45 Rumenia – Føroyar

Portalurin verður á staðnum til dystirnar í Polandi.

Sí eisini: Ferðast til Póllands í dag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder