Hondbóltur

Óli Mittún er HM-toppskjútti eftir bólkaspælið

Hvirluvindurin hevur skorað 35 ferðir - tað er beint undir 12 mál í miðal fyri hvønn dyst. Føroyar hava spælt móti hinum báðum, sum hava yvir 30 mál - Ísak Vedelsbøl er eisini vandamikil og tryggur.

Hann gjørdi tað í 2022, 2023 og 2024. Nú er Óli Mittún aftur í gongd við at gerast endaspælstoppskjútti, og hevur hann eisini flest upplegg í kappingini. Hansara týdningur fyri U21-liðið kann ikki undirmetast (Mynd: IHF/Kolektiff)

Hann gjørdi tað í 2022, 2023 og 2024. Nú er Óli Mittún aftur í gongd við at gerast endaspælstoppskjútti, og hevur hann eisini flest upplegg í kappingini. Hansara týdningur fyri U21-liðið kann ikki undirmetast (Mynd: IHF/Kolektiff)

2025-06-22 10:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Katowice, Pólland (Portalurin): Hann hevur verið toppskjútti - av øllum - í øllum trimum ungdómsendaspølunum higartil við sínum árgangi:

U20 EM, 2024 (76 mál)
U19 HM, 2023 (87 mál)
U18 EM, 2022 (80 mál)

Tað hevur verið í 8-9 dystum

Nú Óli Mittún er til U21 HM, er hann í gongd við at gera tað aftur. Eftir bólkaspælið vísir listin hjá IHF, at 20-ára gamli hoyvíkingurin er ovast.

Harumframt hevur Óli Mittún eisini flest upplegg av øllum. Tey eru 22 í tali eftir tríggjar dystir, sum er beint yvir sjey mál í miðal.

Føroyski hvirluvindurin hevur 35 mál í trimum dystum. Hetta gevur eitt miðaltal á beint undir tólv, ið er ógvuliga flott. 

Heldur Óli hetta miðaltalið so kemur hann uppum tølini, sum hann hevur havt áður. Føroyar skulu spæla í øllum førum fýra dystir afturat - líka mikið hvussu gongur í meginumfarinum mánadagin og týsdagin.

Sí eisini: Føroyar spæla móti Fraklandi mánakvøldið - móti Danmark týsdagin

[object Object]
Íslendingar royna at stýra Óla Mittún - hann hevur verið toppskjútti í øllum teimum føroysku dystunum (Mynd: IHF/Kolektiff)

Mótsstøðan harðnar sjálvandi uppaftur meira, men Óli Mittún er vanur við at spæla á høgum stigi. Nøkur brend skot í gjár telja niður í gagnnýtisprosentum, so hann er 74 prosent ístaðin fyri uppi í 80'unum. Hetta er tó ógvuliga høgt fyri ein bakspælara.

Óli hevur skorað tíggju brotskøst. Hann er fyrsti brotskastskjútti hjá Føroyum. Nummar 78 varð mansvardur leingi móti Íslandi. Komandi GOG-spælarin hevur verið toppskjútti allar tríggjar bólkaspælsdystirnar hjá Føroyum.

Norðurmakedónia, Ísland og Rumenia eru als ikki veik mótsstøðulið. Og tey hava eisini stórar profilar - eisini spælarar sum hava yvir 30 mál í trimum dystum.

Tað fingu Føroyar at merkja móti Íslandi, tá Elmar Erlingsson skoraði heili 17 mál í javnleikinum millum londini. Spælarin úr 2. Bundesliguni er nummar trý á toppskjúttalistanum í kappingini. Eitt mál frammanfyri er stóra rumenska stjørnan, Daniel Stanciuc. Spælskiparin, ið sum skilst er á veg til ungarska stórfelagið Pick Szeged, er næstur Óla Mittún. Føroyska verjan hevði tó gott tamarhald á honum í gjár.

[object Object]
Topp-trý í HM higartil. Allir spældu í bólki F - hesir eru teir einastu á 30 málum ella fleiri (minst 10 mál í miðal) - Mynd: IHF

[object Object]Stanciuc í skotroynd móti Íslandi. Hann skýtur nakað meira - og brennir eisini nakað meira - enn hinir í oddinum (Mynd: IHF)

Um hugt verður longur niður eftir listanum sæst Ísak Vedelsbøl á 13. plássið við tjúgu málum. Føroyski strikuspælarin hevur bert brent trý av sínum 23 skotum í kappingini, og hevur hægst gagnnýtisprosent av øllum spælarunum, sum hava skotið yvir 20 ferð.

Ógvuliga flott hjá Ísaki - hann og Óli Mittún skulu spæla ógvuliga góðar dystir, um Føroyar skulu koma uppaftur longri í HM-endaspælinum.

[object Object]
Føroyski liðskiparin hevur sum heild víst stóran tryggleika á strikuni - eisini við nøkrum brotskøstum (Mynd: IHF/Kolektiff)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder