EM-endaspælið nærkast í hvørjum, og eitt av teimum tingunum sum bara ikki skal henda fyri føroyska A-landsliðið hendi í dag.
Landskappingardystir verða spældir millum jól og nýggjár í bestu deildini í Svøríki, og seinnapartin tók IK Sävehof ímóti Önnereds HK. Tað eydnaðist Sävehof at vinna sín tíggjunda sigur á rað í landskappingini og harvið halda oddasessinum væl, men tað gjørdist ikki nakar góður dagur hjá føroyska profilinum á liðnum.
Óli Mittún noyddist tíðliga av vøllinum, og tað kendist ikki serliga væl hjá nummar 78:
- Eg fór uppfrá og lendi so á fótinum hjá verjuspælaranum og beklaði. Tað var heldur ótespiligt, og høgri fótur er nógv hovnaður, greiðir Óli Portalinum frá.
Tað sá ikki so gott út - og kendist ikki væl - men Óli Mittún var bjartskygdur, tá Portalurin tosaði við hann fyri løtu síðani (Mynd: Bildbyran)
Tíðindini frættust skjótt í Føroyum, og tað skapti stúran hjá hondbóltsfjepparum hendan 2. jóladag. Ungi hoyvíkingurin var lyklaspælari í undankappingini. Sambært høvuðspersóninum sjálvum burdi tað helst ikki verið ein stórur trupulleiki - hóast tað er tíðliga at siga enn.
- Eg veit sjálvandi ikki enn, hvussu ógvusligt tað er. Fáa at síggja nærri í morgin. Tað følist frægari nú, enn beint eftir at tað hendi, og eg vænti at tað burdi gingið, í mun til EM við slíkari bekling.
Talan var um eina bekling á uttaru síðu á fótinum/øklinum, ið er tann mest vanliga. Tað er ymiskt, hvussu skjótt slíkt lekist.
Føroyar spæla søguliga fyrsta dystin í Berlin hósdagin 11. januar. Liðið hevur venjingar saman í Føroyum í morgin og hósagin. Tað verður - líkamikið hvat - uttan Óla Mittún. Sävehof hevur dyst aftur fríggjakvøldið 29/12, og um tað so er við ella uttan Óla á vøllinum, so er tað ikki fyrrenn eftir hetta, at 18-ára gamli bakspælarin kemur til Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald