Tuzla, Bosnia (Portalurin): - Tað verður akkurat tað sama, sum tá Elias hevur verið við. Sjálvandi hevur øðiliga nógv ligið á okkum báðum, men nú eru tað eg, og so Pauli, Rói og Bjarni, sum fara at býta spælitíðina nógv. Tað hava teir ikki roynt so ofta, men trúgvi teir eru svangir, og vit hava vant nógv av somu tingunum sum vanligt.
Soleiðis sigur Óli Mittún, tá vit spyrja hvirluvindin úr GOG, hvussu føroyska álopsspælið verður, nú Elias Ellefsen á Skipagøtu fyri fyrstu ferð trý og eitt hálvt ár ikki er við til ein kappingardyst hjá føroyska manslandsliðnum.
Nummar 78 hevur, sum er stóra ábyrgd, og skal taka uppaftur meira frá skadda systkinabarninum. Men til seinastu venjingina undan fyrra HM-røkkstøkkdystinum staðfestir Óli Mittún, at aðrir eru til reiðar, og at tað hevur gingið væl í venjingunum. Júst í dag var serliga álopið og 7 móti 6 í fokus.
Óli Mittún í framlopi. Nógv hvílir á herðunum hjá 20-ára gamla bakspælaranum í mun til føroysku HM-vónirnar (Mynd: Sverri Egholm)
Sí fleiri myndir og les meira um venjingina í dag her
Pauli og Rói: Damurnar hava ikki argað okkum við HM - tíðin er búgvin hjá okkum (Video)
Dreymurin og viljin um at koma til eitt HM-endaspæl er ógvuliga sterkur á føroyska manslandsliðnum - serliga eftir tað sum hendi í Norðurmakedónia fyri tveimum árum síðani.
Hetta staðfesti Óli Mittún í dag. Føroyar skulu aftur møta einum kropsliga sterkum liði og "Balkan-stemnnigi" í einum HM-røkkstøkkdysti (play-off).
Men Bosnia er ikki eins sterkt sum Montenegro, og hesaferð kunnu Føroyar avgerða tingini á heimavølli í seinna dystinum, sum Mittún vísir á: Tað snýr seg fyrst og fremst um at fáa eitt gott útgangsstøði í morgin.
Sí alla samrøðuna við Óla Mittún ovast
Sí eisini: Soleiðis spæla Føroyar seg til HM-endaspælið
![]()
Óli Mittún og teir vórðu kroystir móti krútsterku montegrinunum...
Og taptu ov stórt í seinna HM-røkkstøkk dystinum í 2024 (Myndir Sverri Egholm)
-------------------------------------------------------
Fyrri røkkstøkkdysturin:
Í morgin, hósdagin 14. mai, Tuzla (Bosnia)
19.00: Bosnia-Hersegovina - Føroyar
Seinni røkkstøkkdysturin:
Leygardagin 16. mai, við Tjarnir
19.00: Føroyar - Bosnia-Hersegovina
Samanlagdi vinnarin hesa vikuna kemur víðari til HM-endaspælið í januar 2027.
FM1 sigur frá úr Bosnia hóskvøldið og til ber at fylgja gongdini á Portalinum - í livescore og í bloggi. Upptakssending verður klokkan 11 í morgin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald