Hondbóltur

Óli Mittún í uppskoti til besta unga spælara í EM-endaspælinum

20-ára gamli føroyingurin hevði flest málstig og upplegg eftir bólkaspælið. Til ber at atkvøða til stutt áðrenn midnátt leygardagin við Home of Handball-appini.

Hóast hann bert spældi tríggjar dystir í EM-endaspælinum,  so er Óli Mittún ein av teimum seks, sum er uppskoti til

Hóast hann bert spældi tríggjar dystir í EM-endaspælinum, so er Óli Mittún ein av teimum seks, sum er uppskoti til "Young Player"-heiðurin. Nummar 78 var millum annað flúgvandi í søguliga føroyska sigrinum á Montenegro (Mynd: EPA)

2026-01-30 08:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hóast hann bert spældi tríggjar dystir í EM-endaspælinum, meðan størstu kappingarneytarnir hava havt møguleikan at verið við í sjey dystum, so er Óli Mittún ein av teimum seks, sum er uppskoti til "Young Player"-heiðurin.

Besti ungi spælari í EM-endaspælinum:
Francisco "Kiko" Costa (Portugal)
Óli Mittún (Føroyar)
Marcos Fis (Spania)
Patrick Anderson (Noreg)
Nikola Roganović (Svøríki)
Gino Steenaerts (Sveis)

Her síggjast allir bólkarnir

Tann ovasti á listanum man metast sum favoritturin: Kiko Costa er næstbesti málskjútti í kappingini eftir miðumfarið.

18-ára gamli Marcos Fis spældi ein framúrskarandi dyst móti Danmark, og Patrick Anderson hevur fingið eitt stórt gjøgnumbrot fyri Noreg.

[object Object]
Teir seks spælarnir í uppskoti til besta unga spælara í kappingini (Mynd: EHF)

Helmingurin av teimum á listanum er ueisini í uppskoti til stóra heiðurin "Heimsins besti ungi spælari 2025" hjá IHF. Teir eru Kiko Costa, Nikola Roganović og Óli Mittún.

Les eisini: Óli Mittún kann verða kostin heimsins besti spælari

Óli Mittún gjørdi av álvara vart við seg í Oslo fyrr í mánaðinum - serliga í dystinum móti Montenegro - og samlaðu tølini fyri avrik í bólkaspælinum tala sína søk

- Flest upplegg eftir bólkapælið: Óli Mittún (24 - 8 í miðal)

Flest málstig (mál+upplegg): Óli Mittún (47) - 6 fleiri enn Mathias Gidsel og Kiko Costa

Mál uttan brotskøst: Óli Mittún á 2. plássi beint eftir Mathias Gidsel

Herundir kann nevnast, at Óli bert brendi trý skot í EM-endaspælinum: Var 23 av 26

Sí eisini:  - Hann pissar á teir - ótrúligt at ein 20-ára gamal kann seta so nógvan dám á dystin

[object Object]
Til tíðir var nummar 78 fullkomiliga flúgvandi, og mótstøðumenninir noyddust at brúka ólóglig brøgd fyri at steðga Mittún - hjá einum slovena kostaði tað reytt kort og tveir dystir leikbann (Mynd: Sverri Egholm)

Eins og til All-star liðið, so ber til at atkvøða fyri besta unga spælara á appini hjá evropeisku hondbóltssamgonguni. Hendan eitur "Home of Handball", og kann takast niður í App Store - ella her

Eisini er møguligt at taka appina niður á Android - sí meira á eurohandball.com

Til ber at atkvøða til klokkan 22.59 leygarkvøldið 31. januar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder