Hondbóltur

Óli Mittún kosin til ársins spælara í Svøríki

Snarljósið gjørdi systkinabarninum kynstrið efti og endaði væl í svenskum hondbólt - Eg skal avstað við U21-landsliðnum, síðani vera saman við vinum og familju í Føroyum umframt at vera nógv í styrkirúminum áðrenn næsta kapittilin í Danmark.

Almenna heitið er MVP (Most Valuable Player), og 19-ára gamli hoyvíkingurin fekk 48 prosent av atkvøðunum. Óli varð eisini toppskjútti og besti spæliskipari í Handbollsligaen (Mynd: IK Savehof)

Almenna heitið er MVP (Most Valuable Player), og 19-ára gamli hoyvíkingurin fekk 48 prosent av atkvøðunum. Óli varð eisini toppskjútti og besti spæliskipari í Handbollsligaen (Mynd: IK Savehof)

2025-05-14 07:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann kom til Svøríkis sum ein drongur, ið júst varð fyltur 17 ár. Hann fer sum besti spælarin í svenskum hondbólti. 

Nú 19-ára gamli Óli Mittún fer til størri avbjóðingar, og tað er ógvuliga hóskandi, nú føroyingurin fer at fylla 20 ár, og hann er kosin til ársins spælara í Handbollsligaen.

Sí eisini: Óli Mittún spælt sín seinasta dyst í svenskum hondbólti

Almenna heitið er MVP (Most Valuable Player), og 19-ára gamli hoyvíkingurin fekk 48 prosent av atkvøðunum. Tað eru venjarar í feløgum, umframt landsliðsvenjarin - fyrrverandi venjarin hjá Óli í Sävehof - sum saman við mongum ítróttartíðindafólki atkvøddu.

Talan gjørdist harvið um ein rímiliga greiðan sigur. Óli varð eisini toppskjútti ("Skyttekung") og annað árið á rað besti spæliskipari í Handbollsligaen. Sävehof endurvann ikki svenska meistaraheitið, men nummar 78 endaði ógvuliga væl persónliga í Partille og í svensku hallunum.

[object Object]
Dygdirnar hjá Óla Mittún eru komnar landsliðnum og IK Sävehof væl við seinastu árini. Hetta var aðru ferð uppá fýra ár, at ein føroyingur gjørdist ársins spælar hjá monnumi í Svøríki (Mynd: Sverri Egholm)

Í summar skiftir Óli Mittún til danska GOG. Áðrenn tað er tó ymiskt á skránni - hondbóltur og annað.

- Eg havi eitt sindur av tíð, áðrenn eg skal avstað við U21-landsliðnum til HM í Póllani. Síðani skal eg vera saman við vinum og familju í Føroyum - møguliga ein túr til eitt heitari land - men so eisini vera nógv í styrkirúminum áðrenn næsta kapittilin í Danmark.

Soleiðis sigur MVP í Handbollsligaen við handbollsligan.se.

Í fjør vann fyrrverandi liðfelagin hjá Óla, málverjin Simon Möller stóra heiðurin. Í 2021/22 var tað sysktinabarnið, sum eisini spældi við Sävehof. Undan Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óla Mittún hevur millum annað Felix Claar (tvær ferðir) vunnið heiðurin.

[object Object]
Elias og Óli eftir ein hálvfinalusigur í Ystad í 2023. Tað var júst Ystads, sum endaði tíðina hjá nummar 78 í svenskum hondbólti - í SM-hálvfinalunum. Systkinabørnini hava nú bæði verið besti spælari í í Svøríki 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder