Fótbóltur

Óli Mittún og Jóhan á Plógv Hansen á vikuliðnum

Og 20-ára gamli GOG-spælarin var sambært tølunum besti spælarin í 15. umfari í fremstu donsku deildini.

- Meðan systur hansara á besta hátt vísti føroysku litirnir fram í HM, syrgdi Óli Mittún fyri at vísa gulu litirnar fram. Hann er púra avgerandi vápnið í álopinum hjá GOG, og flestu mótsstøðuliðini hava stórar trupulleikar við at steðga honum

- Meðan systur hansara á besta hátt vísti føroysku litirnir fram í HM, syrgdi Óli Mittún fyri at vísa gulu litirnar fram. Hann er púra avgerandi vápnið í álopinum hjá GOG, og flestu mótsstøðuliðini hava stórar trupulleikar við at steðga honum

2025-12-10 16:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað gongur sum smurt hjá Óla Mittún í løtuni. Føroyska stórtalentið spældi stóran leiklut í evopeiskum útisigri í síðstu viku, og kom á Champions League-vikuliðið, og sunnudagin stórspældi nummar 78 í Holstebro.

Óli Mittún skoraði uppá øll síni átta skot, legði upp til fimm mál og vann GOG eitt brotskast í 35-29 sigrinum

Hetta gav eitt MEP-tal áljóðandi 7.32, og var hetta tað hægsta av øllum í 15. umfari í Herreligaen. MEP stendur fyri "Most Effective Player", og er tað eitt samlað avrikstal.

- Meðan systur hansara á besta hátt vísti føroysku litirnir fram í HM, syrgdi Óli Mittún fyri at vísa gulu litirnar fram. Hann er púra avgerandi vápnið í álopinum hjá GOG, og flestu mótsstøðuliðini hava stórar trupulleikar við at steðga honum. Tað vitnar hetta umfarið eisini um. Er hann til at steðga, spyr Tophåndbold um besta spælskiparan í umfarinum.

[object Object]
Vikuliðið fyri fremstu donsku deildina - við tveimum monnum sum eru uppvaksnir í Føroyum (Mynd: tophaandball.dk)

Jóhan á Plógv Hansen hevði eisini eitt høgt avrikstal (4,22). Royndi høgri vongurin skoraði sjey mál í sigrinum hjá Skanderborg AGF í Grindsted.

Hetta ger, at Jóhan er á vikuliðnum sum høgri vongur. Hann vísti "lekkrar detaljur av vonginum" í sigrinum, sum helt liðið í topp-fýra.

[object Object]
Jóhan á Plógv Hansen - her í dysti fyri Flensburg-Handewitt (Mynd: EPA)

GOG er á 2. plássi - Sí støðuna her. Um tíggju dagar verður jóla-og EM-steðgur.

Ribe-Esbjerg tapti greitt fyri Bjerringbro-Silkeborg. Hetta var uttan Teis Horn Rasmussen, sum hevur ein lítlan snudd at dragast við. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder