Triðja finalan um meistaraheitið hjá monnum í Svøríki gjørdist long og dramatisk. Tað stóð á jøvnum 1-1 í dystum undan uppgerðini í Partille, har liðini bardust um fyrimunin. Tað eydnaðist Sävehof at vinna sær hendan, men tað skuldu 80 minuttir til.
Ystads var á odda tað mesta av vanligu leiktíðini, men Óli Mittún javnaði seint í dystinum til 27-27. Tað stóð 28-28 á talvuni, tá 60 minuttir vóru farnir, og harvið varð neyðugt við tvær ferðir fimm minuttum afturat.
Har lá tað aftur til útiliðið, men ungi hoyvíkingurin og vanligi eykamálverjin hjá Sävehof bjargaði favorittunum. Støðan var 31-32, tjúgu sekund vóru eftir, armurin var uppi, og í triðju royndini fór Óli inn ímóti verjuni við høgari ferð. Hann steig upp og høgdi bóltin í netið - hálvgum liggjandi í luftuni. Í næsta álopinum slapp superveteranurin og ein av teimum heilt stóru svensku spælarunum nakrantíð, Kim Andersson, ígjøgnum, men Oscar Sävinger stórbjargaði.
Simon Möller fekk álvarsaman knæskaða í fyrsta dystinum, men nú stóð Sävinger væl fyri Sävehof og tryggjaði - saman við Óla Mittún - enn eina longda leiktíð. Har høvdu teir í gulum og svørtum yvirtakið. Eftir 80 minuttir stóð 39-37 á talvuni í Partille.
Umráðandi hjá Óla og liðfeløgunum, sum harvið ikki eru kroystir at vinna fjórðu finaluna. Hon verður í Ystads týskvøldið. Har kann Sävehof avgerða alt. Fyrsta liðið sum vinnur tríggjar SM-finalur gerst meistari, og nú er 2-1.
Óli Mittún spældi ikki so væl í finalu nummar tvey, men í kvøld varð 18-ára gamli hoyvíkingurin javnsettur toppskjútti við níggju málum. Eisini legði hann Óli upp til fleiri og setti ferð og trýst á. Hann gjørdist svenskur meistari fyri U18-lið í fjør; nú er føroyingurin lyklaspælari hjá liðnum, sum er ein sigur frá at vinna vaksnamannameistaraheitið í Svøríki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald