- Tað er gott í teg, Rúni. Tað fer ongantíð at rigga.
Hetta var nakað av tí fyrsta, sum Óli Mittún hugsaði, tá landsliðsprofilurin hoyrdi um Wenzel Nordic Cup - stóru venjingarkappingina sum verður við Tjarnir í august.
Rúni Djurhuus ringdi til GOG-spælaran nakað síðani, og hóast tortrúgv bar til: Nú er greitt, at GOG, Kiel og Valur koma at vitja H71 og føroyska høvuðsstaðin stutt áðrenn kappingarbyrjan 2026/2027.
Sí eisini: Heimsstjørnur til venjingarkapping í Føroyum
Hoyr eisini: - Í Kiel tíma teir eisini væl at spæla móti H71
Óli Mittún hevur frí til Champions League-dystin í Magdeburg í morgin og er komin til Føroya ein túr. 20-ára gamli hoyvíkingurin hugdi framvið útvarpsstovu okkara í dag, og fegnaðist hann um, at leiðin aftur gongur til heimlandið - í hondbóltsørindum - í august. GOG skal spæla móti H71, Kiel og Valur.
- Tað verður nakað serligt at spæla móti H71 og mínum góðu barndómsvinmonnunum har - og eisini móti Eliasi, Allani og Bjarna. Tað er ikki ofta, at Elias og eg spæla móti hvørjum øðrum, so kanska har veður okkurt "beef" har, segði Óli Mittún við einum smíli um uppgerðina við systkinabarnið.
![]()
![]()
Omanfyi sæst Óli Mittún við Bjarna í Selvindi undir lið hansara - niðanfyri við Allani Norðberg til vinstru. Allan og Bjarni spæla við Vali, sum veður eitt av mótstøðuliðunum í stóru kappingini (Mynd: Sverri Egholm)
Landsliðsprofilurin staðfesti eisini, at tað mest verður ikki hann, sum fer at vísa GOG-liðfeløgunum runt í Hoyvík og í Føroyum: - Eg eri ikki tann besti ferðaleiðarin (tour-guide), so tað kann Jákup Símun Simonsen kanska heldur gera. Har verða dystir og venjingar við børnum á skránni
- Eg gleði meg til nakrar spenanndi dystir. Vit spæla hósdag, fríggjadag og sunnudag, og leygardagin skulu Elias og eg vera venjarar á einum hondbóltsskúla, greiðir Óli Mittún frá
Hoyr alla samrøðuna við Óla Mittún her
![]()
Óli vitjaði FM1 í dag (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald