Hondbóltur

Óli Mittún var ótrúligur í hálvfinalu nummar tvey

Skoraði tíggju mál uppá ellivu skot og legði eisini upp til fleiri, tá Sävehof vann greitt á Ystad. 1-1 í hálfinalurøðini, sum heldur fram skírisdag.

Óli Mittún er í gongd við sínar seinastu dystir í Svøríki - í gjár var ein av teimum heilt góðu (Mynd: Jens Kr. Vang)

Óli Mittún er í gongd við sínar seinastu dystir í Svøríki - í gjár var ein av teimum heilt góðu (Mynd: Jens Kr. Vang)

2025-04-15 10:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ystad vann stórt í fyrstu SM-hálvfinaluni, og hevur eisini verið besta liðið í svensku deildini í 2024/2025.

Men í Partille í gjár var heimaliðið greitt omaná. Sävehof vann 35-28, og javnaði harvið hálvfinalurøðina.

Arvid Norén í málinum varð dagsins spælari, og av útispælarun var tað Óli Mittún, ið skein bjartast.

19-ára gamli føroyingurin gjørdist toppskjútti við tíggju málum. Hoyvíkingurin hevði 11 skot, og var harvið sera effektivur.

Óli átti eisini fimm upplegg og gekk á odda í sigrinum.

Ísak Vedelsbøl er skrásettur fyri eitt skot, sum hann brendi - hann spældi ikki heilt nógv í álopinum.

IK Sävehof og Ystad hittst aftur hósdagin, skírisdag klokkan 18 føroyska tíð. Tað verður í Ystad. Fyrsta liðið at vinna tríggjar hálvfinalur kemur í finalurnar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder