Hann er bert 18-ára gamal, men tað er odta skjótt at gloyma, tá man sær hvirluvindin út Hoyvík spæla.
Kviku føturnar og áræði samsvara við aldurin, men Óli Mittún tók í kvøld ábyrgd sum ein væl meira royndur hondbóltsspælari annars vildi gjørt.
Nummar 78 var við at fáa álopsspælið á glið í 2. hálvleiki. Nógvir tóku ábyrgd, men tað var serliga Óli, sum gav Ystads stórar trupulleikar.
Óli Mittún hevur fingið stóra ábyrgd hjá Sävehof í ár. Hann varð valdur sum besti spælskipari í Svøríki í ár
21 mál eftir steðgin og Sävehof vann at enda við fimm málum. Óli Mittún skoraði níggju mál og legði upp til átta mál afturat. Fleiri skapti Óli so at siga sjálvur við sínari ferð, snildni, spælskili og góða armi. Tað var eisini týðiligt, at Michael Apelgren legði nógv á herðarnar hjá sínum 18-ára gamla spælskipara, sum síðani gav greið boð víðari og útførdi ætlanirnar.
Eitt annað týðiligt í høllini var, at tað er ein virðing fyri atgerðunum og avrikinum hjá unga føroyska spælaran hjá Sävehof - eisini millum áskoðarar hjá Ystads. Svensku miðlarnir rósa eisini Óla Mittún upp um skýggja - her er eitt dømi:
- Vilken spelare som blev avgörande på slutet? Naturligtvis Mittún. Färöingen gjorde som han ville och med ett par tunga mål på slutet (nio mål blev det till slut för mittnian) blev Mittún stor matchvinnare för Partillelaget.
(frá handbollskanalen.se)
Toppskjútti, dagsins spælari og svenskur meistari. Ikki so galið kvøld hjá føroyinginum, ið einaferð fær uppaftur størri uppgávur enn tær í svensku deildini.
Fjórða og avgerandi SM-finalan
Ystad Arena, 28.05
Ystads IF - IK Sävehof 27-32 (13-11) 1-3 í finalum
Óli Mittún: 9 mál (14 skot) og átta upplegg. Tvær tekniskar villur og tvey "steals" (vunnir bóltar í verjuni)
Dystargongdin:
5 min: 3-2
10 min: 5-5
15 min: 8-7
20 min: 9-9
25 min: 11-9
30 min: 13-11
35 min: 15-16
40 min: 20-20
45 min: 22-24
50 min: 24-26
55 min: 26-30
60 min: 27-32
Les eisini: Óli og Sävehof eru svenskir meistarar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald