Hondbóltur

Óli og Sävehof eru svenskir meistarar

Sävehof av álvara omaná eftir steðgin í Ystad, har Óli Mittún veruliga gjørdi mun. 18-ára gamli hoyvíkingurin varð kosin dagsins maður. Hann skoraði níggju mál og hevði átta upplegg í avgerandi finaluni.

- Óli Mittún varð kosin dagsins maður í fjórðu finaluni. Føroyingurin fekk ferð og góðsku í spælið í serliga seinna hálvleiki (Mynd: IK Sävehof)

- Óli Mittún varð kosin dagsins maður í fjórðu finaluni. Føroyingurin fekk ferð og góðsku í spælið í serliga seinna hálvleiki (Mynd: IK Sävehof)

2024-05-28 18:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ystad, Svøríki (Portalurin): IK Sävehof hevði ávísar trupulleikar í fyrra hálvleiki í fjórðu finaluni her í kvøld. Tað leikaði javnt á, men Ystads fór framum fyri steðgin, og útiliðið skoraði bert ellivu mál. Eftir steðgin var søgan tó ein heilt onnur.

Nógv meira ferð kom í spælið, Sävehof fekk fleiri av teimum "løttu málunum" - í kontraspælinum eftir at Ystads kastaði bóltin burtur - og Oscar Sävinger hevði neyðugu bjargingarnar í málinum. Hann avloysti skadda liðformannin Simon Möller, sum hjálpti til á bonkinum.

Óli Mittún var á bonkinum í løtum í fyrra hálvleiki - hetta fyri at sparast eitt sindur. Í 2. hálvleiki spældi 18-ára gamli hoyvíkingurin tó so at siga fulla tíð í álopinum og leingi sum tvey'ari í verjuni.

At ungi føroyski bakspælarin gjørdi stóran mun er ikki ov lítið sagt. Óli tók stóra ábyrgd, tá Sävehof fór frá og avgjørdi dystin. Samanlagt skeyt Óli Mittún 9 mál, og hevði hann átta upplegg - bæði greitt flest í dystinum har svenska legendan Kim Andersson var á hinum liðnum. 

Nummar 78 gav verjuni hjá Ystads nógv høvuðbrýgg, fekk ferð og góðsku í spælið, og fleiri mál og upplegg vóru heilt flott. Nøkur brend skot komu, men Óli varð uppiborið kosin til dagsins spælara.

Tað er tó steypið, sum ungi føroyingurin nú kann fegnast mest um. Tað glapp í finalunum í fjør. Seinast Sävehof vann svenska meistaraheitið var í 2021 - í fyrsta árinum hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu. Nú er systkinabarnið eisini svenskur meistari hjá teimum vaksnu og var hann eisini ein stórur profilur.

Portalurin ynskir Óla Mittún og IK Sävehof hjartaliga tillukku. Vit tosa við føroyingin um eina løtu.

Fjórða og avgerandi SM-finalan
Ystad Arena, 28.05
Ystads IF - IK Sävehof 27-32 (13-11) 1-3 í finalum

Óli Mittún: 9 mál (14 skot) og átta upplegg. Tvær tekniskar villur og tvey "steals" (vunnir bóltar í verjuni)

Dystargongdin: 
5 min: 3-2
10 min: 5-5
15 min: 8-7
20 min: 9-9
25 min: 11-9
30 min: 13-11 
35 min: 15-16
40 min: 20-20
45 min: 22-24
50 min: 24-26
55 min: 26-30

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder