Annað

Óli silvur á Østdanske Mesterskaber 2018

Óli og Alvi vóru til meistarastevnu fyri eysturpartin av Danmark.

Mynd: Svimjing.com

Mynd: Svimjing.com

2018-10-08 12:54 Author image
Ari av Rana
placeholder

Óli Mortensen og Alvi Hjelm royndu seg nú í vikuskiftinum á meistarastevnuni fyri eysturpartin av Danmark, og megnaði Óli har at vinna sær eitt silvurheiðursmerki í 400 metra frísvimjing, meðan Alvi varð nr 4 í 200 blandað.

Umframt silvurheiðursmerkið í 400 metra frísvimjing, endaði Óli eisini nummar 4 í 200 metrar firvald.

Alvi hevði nøkur blandaði úrslit, har hann umframt at enda nummar 4 í 200 metrar blandað endaði nummar 6 í 400 metrar frí, 8 í 200 metrar frí og 34 í 50 metrar frí, skrivar svimjing.com.

Afturat teimum luttók eisini Frans Johannessen á hesi stevnu, og megnaði hann at vinna sær silvur í 200 frí og 200 blandað. Frans er danskur svimjari, men hevur føroysk foreldur.

Magnus Jákupsson í innleiðandi 50 rygg, har hann svam skjótastu tíð í innleiðandi men meldaði frá finalu. Magnus var upprunaliga føroyskur svimjari, men valdi at skifta til Danmark.

Hesar Øst/Vest-meistarastevnurnar eru eitt slag av upptakt hjá dønum til DMK (Danske Mesterskaber på Kortbane), har Stórabelt er markið ímillum Øst og Vest.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder