Hondbóltur

Óli toppskjútti í týdningarmiklum og teprum útisigri

IK Sävehof er oddalið í Svøríki eftir 29-28 sigurin í Alingsås. 18-ára gamli føroyingurin skoraði seks ferðir.

Óli Mittún - her til U19-HM, ger bart í Svøríki (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Óli Mittún - her til U19-HM, ger bart í Svøríki (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

2023-10-10 19:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Óli Mittún hevur í ár fingið ein uppaftur størri leiklut í IK Sävehof og hevur á ein hátt tikið yvir, nú systkinabarnið Elias Ellefsen á Skipagøtu er farin til THW Kiel.

Í gjár skoraði 18-ára gamli hoyvíkingurin seks mál og varð harvið toppskjútti fyri Sävehof í sigrinum á Alingsås. Umframt hetta legði Óli eisini upp til fleiri mál.

Talan gjørdist um ein tættan dyst í Alingsås, hóast útiliðið var greitt omaná fyri steðgin í fleri førum var á odda við seks og sjey málum. Í sjálvum steðginum var støðan 12-17.

Heimaliðið fekk tó gongd á málskjótingina sum fráleið men var ongantíð frammanfyri. Óli Mittún og liðfelagirnir fingu hálað tvey stig við heim.

Liðið úr Partille er í løtuni eitt av fýra liðum, ið hevur átta stig. Hini hava tó spælt ein dyst færri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder