Fótbóltur

Óli toppskjútti tá GOG spældi seg víðari í Champions League

Føroyingurin vísti vegin í dramatiskum javnleiki móti norðurmakedónsku meistarunum - millum annað skeyt Óli Mittún sjey mál.

Óli Mittún var í miðdeplinum, tá GOG endaði við einum stigi (Mynd: Euro Handball)

Óli Mittún var í miðdeplinum, tá GOG endaði við einum stigi (Mynd: Euro Handball)

2026-02-25 22:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann skoraði seinasta málið hjá GOG, tá hann fór ígjøgnum sjálvur og smekkaði bóltin í netið.

Sjeynda málið hjá Óla Mittún tryggjaði liðnum av Fjóni eitt stig Eurofarm Pelister - ikki eitt einastandandi flott stig á heimavølli móti næstniðasta liðnum í bólkinum og eftir at GOG var frammanfyri 22-18 eina løtu eftir stegðin.

Hetta tryggjaði tó Óla og teimum víðari luttøku úr bólkaspælinum í Champions League. Tvey umfør resta í av bólkaspælinum, men fýra stig eru niður til júst Eurofarm Pelister, og danska liðið er betri innanhýsis.

Tað endaði 28-28 í Arena Svendborg í kvøld. Óli Mittún varð toppskjútti við sjey málum, og 20-ára gamli føroyingurin er eisini skrásettur fyri tvey upplegg.

Sí hæddarpunkt her: 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder