IK Sävehof er í løtuni greitt besta liðið í svenskum manshondbólti. Sum sæst á stigatalvuni niðanfyri, so endar føroyingafelagið úr Partille helst nummar 1 í grundspælinum. Fimm umfør eru eftir av tí - aftaná eru fjórðingsfinalur, hálvfinalur og finalur á skránni.
Stigatalvan í fremstu svensku mansdeildini (Mynd: handbollsligan.se)
Óli Mittún er umráðandi partur av roknistykkinum hjá Michael Appelgren og Sävehof. Eftir flotta avrkið í gjár er 18-ára gamli hoyvíkingurin komin uppum 100 mál í bestu svensku deildini i hesum kappingarárinum. Tey hevur Óli skotið uppá 20 dystir, og harvið er tað yvir fimm mál í miðal. Sambært hagtølunum hevur ungi føroyingurin lagt upp til 55 mál fyri IK Sävehof í 2023/2024.
Í gjár komu 10 mál og fleiri upplegg á kontuna. Tað telur ikki eyka fyri, hvussu flott slík eru, men fleiri skot hjá hoyvíkinginum endaðu heilt uppi í máhorninum, og har vóru fríspælingar til mál, ið vórðu framd afturum ryggin o.s.fr.
Til ber at síggja hæddarpunktini HER (IK Sävehof - Ystads ovarliga á síðuni) Nummar 78 er við í nógvum av teimum.
Tað sæst, at Óli til tíðir gjørdi eftir vild móti Ystads. Seks av málunum frá fyrra hálvleiki eru hansara. Nummar 78 sleppa inn ímóti níggju metrum - og í summu mførum innum - at skjóta, og tað revsaði Óli Mittún gestirnar fyri við at hammra bóltin í málið. Eyðkendu gjøgnumbrotini hjá yngsta føroyska A-landsliðsspælaranum vóru eisini sannilga har í gjár.
Óli móti sterkari mótsstøðu í EM-endaspælinum. Slovenar fáa so dánt hildið unga hvirluvindinum úr Hoyvík (Mynd: Sverri Egholm)
Tað var 7-0 til Sävehof eftir 9 minuttir. Tá hevði Óli Mittún skorað trý mál- dysturin gjørdist ongantíð veruliga spennandi, og ellivu mál skiltu liðini við seinasta bríksl. Tað er ikki tí, at Ystads er eitt av veikastu liðunum í bestu svensku deildini. Liðið úr Skåne er á 4. plássi, og Sävehof spældi móti júst Ystads í SM-hálvfinalunum í fjør.
Tað er nærum óhugsandi, at Sävehof ikki fer at spæla í finalunum ella vera ógvuliga nær við tað aftur í ár, og har hevur Óli Mittún ein stóran leiklut.
Nú snýr tað seg um Skjern: Svenska oddaliðið skal allarhelst vinna í Jútlandi mikukvøldið fyri at hava ein møguleika at koma í fjórðingsfinalurnar í European League.
Hæddarpunktini frá IK Sävehof - Ystads IF (37-26) síggjast ovarliga á handbollsligan.se.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald