Annað

Olympiska nevndin í Russlandi: Øll skulu hava somu treytir

Tað er ikki nóg mikið, at íðkarar úr Russlandi og Hvítarusslandi luttaka í kappingum undir neutralum flaggi, sigur forsetin fyri olympisku nevndina í Russlandi um uppskotið hjá Altjóða Olympisku Nevndini.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-03-29 16:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fleiri eru ónøgd við, at Altjóða Olympiska Nevndin (IOC) mælir til, at íðkarar úr Russlandi og Hvítarusslandi kunnu luttaka í altjóða kappingum undir neutralum flaggi, og heldur ikki í Russlandi fegnast tey um uppskotið.

Les eisini: IOC-forseti: Íðkarar úr Russlandi skulu sleppa at luttaka í altjóða kappingum

Í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina eru bæði londini útihýst úr fleiri altjóða kappingum, og forsetin í olympisku nevndini í Russlandi, Stanislav Pozdnyakov heldur, at íðkarar eru fyri mismuni vegna teirra tjóðskapi, um teir verða noyddir at luttaka undir neutralum flaggi.

– Vit krevja somu treytir fyri allar íðkarar úr øllum londum, sigur hann sambært Ritzau.

At IOC er opin fyri møguleikanum fyri, at einstakir íðkarar úr Russlandi og Hvítarusslandi kunnu luttaka, sær Pozdnyakov sum eina viðurkenning av egnum mistøkum, sum hann málber seg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder