Annað

Olympiskir ítróttadagar á vestara armi

Slagorðini fyri OL dagarnar er samansjóðing, samanhald og samstarv.

Savnsmynd frá Skúlaleikum (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Savnsmynd frá Skúlaleikum (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2024-05-14 07:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Stranda skúli, Skála skúli og Frískúlan Keldan skipa í døgunum 14., 15. og 16 mai fyri ítróttadøgum, kallaðir OL 2024.

OL byrjar við eini setan við skrúðgongu inni í Skálafirði. Eisini verður kyndilin við, sum verður borin av einum næmingi úr hvørjum av teimum trimum skúlunuminn, har tann olympiski eldurin verður tendraður. Setanin er í Kelduni, har bæði talur, sangur og framførslur verða.

Síðani verða næmingarnir býttir út á  skúlarnar, har ymiskar ítróttagreinar verða íðkarar. Næsta dagin verða tey so á einum øðrum skúla, og liðini verða blandað soleiðis, at tey koma at kenna sínar javnaldrar úr hinum skúlunum, og  eisini grannaskúlarnar.

Seinasta dagin verður endabrakið. Tað verður í ítróttahøllini og á fótbóltsvøllinum á Skála og økinum har rundanum.

Ein stór konsert verður eisini, og tað er eitt kent navn, sum kemur at framføra, sum bæði hevur børn og vaksin sum fjepparar. Eisini verður stóra grillin tendrað, so øll fáa ein góðan bita.

Onki endabrak uttan hoppiborg. Tað verður eitt slag av tivoli hendan dagin, við nógvum ymiskum stuttligum aktivetum og hoppiborgum. 

Slagorðini fyri OL dagarnar er samansjóðing, samanhald og samstarv.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder