Soleiðis kallaði Sonne Smith eina útvarpssending, tá ið hann einaferð hevði vitjað og hildið jól hjá einum beiggja sínum, ið starvaðist í sultánveldinum við Persaflógvan.
Vit kunnu siga, at føroyska talvlandsliðið er farið longu leiðina oman til India at telva móti Oman. Vit hava ongantíð telvað móti Oman fyrr. Teir mundu hava sín olympiska talvdóp norðuri í Tromsø í 2014, og hava tí ikki stórar altjóða royndir í talvi.
Men sum skilst er sultanurin, sum einsamallur ræður fyri borgum í islamska landinum við Arabiska Nesið, farin undir at nútímansgera samfelagið, tó ikki á demokratiskum stigi. Skúlaskapur hevur fingið hægstu raðfesting. Tá ið sultanurin tók við eftir pápa sín fyri hálvthundrað árum síðani, vóru einans tríggir fólkaskúlar í landinum, nú eru teir útivið 700.
Eftir øllum at døma, er talv vorðið vanligt millum Oman-búgvar síðan aldarmótið. Tað búgva umleið fimm milliónir fólk í Oman.
Vend má koma í
Á pappírinum eru Føroyar stórfavorittur í dag. Vit eru styrkismettir nummar 60, teir nummar 146. Teir hava kortini havt hendinga góð úrslit í India. Teir vunnu 3-1 á Jordan, sum hevur tveir altjóða meistarar, og 2½-1½ á Ný Zelandi.
Lágu styrkitølini hjá omansku telvarunum kunnu tí vera fals undir fríðum skinni. Kortini eiga vit at kunna krevja av okkara monnum, at teir vinna í dag. Vit mugu fáa nøkur stig nú, tí umráðandi er, at vit taka okkum longur fram í røðina, so at vit fáa eitt endaligt úrslit, sum er í toluligum samsvari við okkara styrkismeting.
Føroyar taptu heldur óvæntað í gjár fyri Zimbabwe, sum er styrkismett væl lægri enn Føroyar. Føroyar eru nú dragnaðar aftur til nummar 113 í røðini av teimum 188 londunum í kappingini. Vit eru styrkismettir til nummar 60.
Høgni Egilstoft Nielsen hevur frí í dag. Í staðin telva Helgi Dam Ziska, Rógvi Egilstoft, John Rødgaard og Luitjen Akselsson Apol.
Dystirnir í dag byrjaðu klokkan 10:30 okkara tíð. Til ber at fylgja við leik fyri leik á netinum. Leinki sæst á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.
Telvað verður aftur í morgin og týsdagin, tá seinasta umfar er í Chennai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald