Føroyar løgdu út sum eitt óløgi á Tórsvølli og trýsti í roynd og veru Moldova í botn fyrsta korterið ella so. Vælupplagdi Jóannes Bjartalíð rakti yvirleggjaran við góðum langskoti, og Klæmint Andrasson Olsen var ógvuliga nær við at fáa tamarhald á sending og í púra fríari støðu fáa skot á. Hóast leikliga yvirvág hevur Moldova tó verið nærri við at lagt seg á odda síðstu løtuna
Málverjin vippaði hornaspark frá vælspælandi Brandi Hendriksson Olsen framvið, men annars hava okkara ikki rakt málið. Hóast gott grundspæl og dugnaskap í mun til at halda trýstið tað mesta av dystinum, so hevur síðsta góðskan í innleggum og nertingum á síðsta triðinginum mangla. Deyðbóltarnir hava heldur ikki eydnast væl.
Skotið hjá Jóannes Bjartalíð tíðliga í dystinum (Mynd: Jens Kr. Vang)
Mattias Lamhauge og verjan hava eisini verið til arbeiðis (Mynd: Jens Kr. Vang)
Okkara hava eisini mist bóltar, har tað hevur verið nær við at kosta. Moldova hevur sína styrki í kontraálopinum, og serliga beint fyri steðgin var heilt nær við, tá moldovi vann bóltin frá Brandi beint uttanfyri brotsteigin. Skotið fór tó framvið.
Annars hava Føroyar stýrt spælinum og havt sjey hornaspark. Ungi B36'arin Andrass Johansen hevur verið eitt frískt lot við útgangsstøði í vinstru. Føroyar skulu finna málið eftir steðgin.
Andrass Johansen hevur til tíðir givið moldavum høvuðbrýggj (Mynd: Jens Kr. Vang)
EM-undankappingarbólkur E
Í dag, sunnudagin 10. september, á Tórsvølli
17.00: Føroyar - Moldova (0-0)
Føroyar (4-4-2): Mattias Lamhauge - Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen (L) - Jóannes Bjartalíð, Brandur Hendriksson Olsen, Jákup Biskopstø Andreasen, Andrass Johansen - Klæmint Andrasson Olsen, Jóan Símun Edmundsson
Støðan eftir fýra umfør:
Kekkia 8 stig
Albania 7 stig
Pólland 6 stig
Moldova 5 stig
Føroyar 1 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald