Fótbóltur

Ómetaligan týdning fyri økið

NSÍ skipaði fyri lítlari móttøku og ynskti Jákupi Mortensen tillukku við stóra heiðrinum frá ÍSF.

(Myndir: Hjalmar Jóhan Juul / NSÍ)

(Myndir: Hjalmar Jóhan Juul / NSÍ)

2022-02-16 11:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Stórur dagur hjá NSÍ 5. februar. Jákup Mortensen sum í hálva øld hevur ment barna og ungdómsfótbóltin í felagnum fekk størstu heiðursløn ein kann fáa innan føroyskan ítrótt.

80 ára gamli Jákup Mortensen fekk heiðurskjal Poul E. Petersen handað á Ítróttafagnaðinum, sum varð sendur í sjónvarpinum.

Hesa vikuna hevði NSÍ eina lítla móttøku fyri fyrrverandi formanninum, har tey ynsktu honum tillukku við heiðrinum.

- Um Jákup ikki hevði byrjað við at vant eitt piltalið í 1972, so hevði verið ivingarsamt um vit í kvøld sótu her, í einum NSÍ felagskapið. Jákup hevur havt ómetaligan stóran týdning fyri hetta økið, og eigur hann stórt rós fyri alt sítt stríð, sum hann hevur lagt í NSÍ. Uttan Jákup er spurningurin, um vit yvirhøvur vóru her í dag, og um fótbólturin í NSÍ yvirhøvur hevði verið í tí støðu hann er í nú, segði Dánial Hansen, formaður í NSÍ.

- Tú byrjaði at sáða, og enn veksur og síggjast spírar í urtagarðinum, sum tú hevur verið við at skapt, og NSÍ familjan veksur enn. Tað er okkara ábyrgd at røkta urtagarðin væl og við virðing og eymleika, ein vakur urtagarður, sum tú so væl hevur megnað at skapt, segði formaðurin. Øll røðan kann lesast her.

Les eisini: Jákup Mortensen fekk heiðursskjalið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder