Annað

Ongan sáttmála í trý ár: Colin Kaepernick hevur enn vónir um eitt NFL-comeback

Hann vakti ans, tá hann fór niður á knæ undir amerikanska tjóðsanginum fyri at mótmæla løgregluharðskap móti myrkum amerikanarum.

Colin Kaepernick (Mynd: EPA)

Colin Kaepernick (Mynd: EPA)

2019-08-08 19:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Colin Kaepernick droymir enn um at gera comeback í NFL-kappingini.

Hann var quarterback fyri San Francisco 49'ers, men síðan mars 2017 hevur hann verið uttan sáttmála.

Colin Kaepernick hevur tó ikki slept vónini um at koma í gongd aftur, og hevur hann eisini hildið venjingina við líka seinastu árini.

- Klokkan fimm um morgunin. Fimm dagar um vikuna. Í trý ár. Enn klárur.

Soleiðis skrivaði Colin Kaepernick á Twitter, har hann eisini legði eitt sjónband út, har mann sær hann í einum venjingarhøli.

31 ára gamli amerikanski fótbóltsleikarin vakti ans, tá hann um heystið í 2016 fór niður á knæ, meðan amerikanski tjóðsangurin varð sungin. Hetta gjørdi hann fyri at mótmæla rasismu og løgregluharðskap móti myrkum amerikanarum.

Fleiri aðrir NFL-leikarar gjørdu honum síðani eftir, og í september í 2017 fóru uml. 200 leikarar niður á knæ í senn undir tjóðsanginum.

Hetta fall ikki í góða jørð hjá NFL og amerikanska forsetanum, Donald Trump. Sambært Trump var hesin mótmælishátturin eitt tekin um væntandi virðing fyri amerikanska flagginum.

Stjórarnir hjá NFL royna at sleppa sær undan politikki, m.a. loyva teir ikki lýsingum, sum hava ein politiskan boðskap undir Super Bowl-finaluni, skrivar Politiken.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder