Varsjava, Pólland (Portalurin) - Fyrst buh'aðu tey. Síðani kundu tey fegnast saman við Robert Lewandowski á PGE Narodowy.
Sí eisini: Málleyst og ónøgd í Varsjava
Trýst var á Póllandi, og nógv av teimum beint yvir 54.000 áskoðarum løgdu trýst á, sum tað gjørdist greitt, at heimaliðið hevði trupulleikar við at fáa hol á móti Føroyum.
Einaferð áður hevur føroyska A-landsliðið við monnum spælt fyri yvir 50.000 áskoðarum. Tað var fyri beint yvir 17 árum síðani, 2. september 2006 í á Celtic Park í Glasgow.
Tá vann Skotland heili 6-0, og nógvir føroyskir áskoðarar vóru eisini til staðar.
EM-undankappingarbólkur E
Hósdagin 7. september
Pólland - Føroyar 2-0 (0-0)
73' Robert Lewandowski, br 1-0
83' Robert Lewandowski, 2-0
Áskoðaratal: 54.129
------
Føroyar: 5-4-1/3-4-3: Mattias Lamhauge - Gilli Rólantsson Sørensen, Hørður Askham, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen (L) - Sølvi Vatnhamar, René Shaki Joensen, Gunnar Vatnhamar, Jóannes Bjartalíð, Jóan Símun Edmundsson
Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Brandur Hendriksson Olsen, Klæmint Andrasson Olsen, Jákup Biskopstø Andreasen, Jóannes Kalsø Danielsen og Stefan Radosavljevic
Kekkia - Albania 1-1
Støðan eftir fýra umfør:
Kekkia 8 stig
Albania 7 stig
Pólland 6 stig
Moldova 5 stig *
Føroyar 1 stig
Fótbóltur
Ongantíð hava so nógv fólk sæð Føroyar beinleiðis
Yvir 54.000 áskoðarar vóru á stóra pólska tjóðarleikvøllinum í kvøld, og harvið er 17-ára gamalt føroyskt met tikið.
Blandað huglag í Varsjava í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
2023-09-07 22:54
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald