Føroysku U18-kvinnurnar hava júst vunnið ein greiðan 27-22 sigur móti India í HM-endaspælinum í Skopje. Hálvleiksstøðan var 14-9.
Talan var um mótstøðu, sum spældi annaðleiðis enn okkara eru vanar við, har India fyrst og fremst spældi skjótt ein móti einari. Tað sást skjótt at Føroyar var eitt betri lið og okkara vóru frammanfyri 6-1 eftir 10 minuttir. Hereftir ráddi um at halda fokus og gekk hetta strilti í løtum, har verjan ikki fekk fatur á kviku indarunum. Sigurin var tó ongantíð í vanda.
Dagsins leikari var kosin Anna Elisabet Halsdóttir Weyhe.
Føroyar eru enn væl við í kappingini um plássini 17-32 í HM og er næsti dystur fríggjadagin móti Kasakstan.
Føroyar - India 27-22 (14-9)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald