Fótbóltsáhugaði kunnu seta ein stóran kross í kalendaran til leygarkvøldið 10. desember. Klokkan 19 (føroyska tíð) leygarkvøldið fara Ongland og Frakland á leikvøllin í Al Kohr, har eitt HM-hálvfinalupláss er uppá spæl.
Liðini vóru greiðir favorittar til dystin og gjørdu eisini sína skyldu. Oliver Giroud fór framvið Thierry Henry á listanum yvir mest skorandi spælararnar á franska landsliðnum nakrantíð, tá hann legði Frakland á odda stutt móti Póllandi. Tað var Kylian Mbappé, ið legði upp, og hann skein í seinna hálvleiki við tveimum málum - tað seinna var ein perla - og er nú toppskjútti í endaspælinum við fimm málum. Robert Lewandowski fekk seinasta orðið við einum brotssparki í sínum helst seinasta HM-dysti nakrantíð.
Ongland stríðist fyri at fáa tað heim, í dag eydnaðist at basa Senegal við nøkrum góðum málum. Fyrst skoraði Jordan Henderson, ið heldur óvæntað byrjaði inni á sentrala miðvøllinum, og beint fyri hálvleik økti Harry Kane við sínum fyrsta máli í endaspælinum. Í báðum førum spældi ungi Jude Bellingham ein stóran leiklut. Phil Foden, ið aftur hesuferð byrjaði inni, legði upp til sítt seinna mál í 57. minutti, tá Bukayo Saka setti punktum.
Heimsmeistararnir og EM silvurvinnararnir síggja væl út og skulu nú hugsavna seg um brakið, sum verður um seks dagar.
HM-áttandapartsfinalur
Í dag, sunnudag 4. desember
Frakland - Pólland 3-1 (1-0)
Ongland - Senegal 3-0 (2-0)
Í morgin, Mánadagin 05.12:
15.00: Japan - Kroatia
19.00: Brasil - Suður Korea
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald