Ongland spældi í kvøld sín fyrsta dyst burtur frá Wembley í hesum endaspælinum. Tað var á olympiska leikvøllinum í Rom, og har syrgdu Southgate og hansara menn fyri, at liðið fær minst ein dyst afturat í London í summar.
Risafavorittarnir í Rom løgdu seg á odda longu í 4. minutti. Raheem Sterling fekk bóltin heilt úti ímóti síðulinjuni í vinstru, trekti inn og fann við góðari alvering Harry Kane, ið hevði runnið seg frían, og sum heldur heppið fekk prikað bóltin í málið til 1-0. Ongland var eisini greitt omaná fyrstu stóru løtuna, men teir í gulum mentu seg gjøgnum hálvleikin, ið ikki var so lívligur, og fingu hótt Ongland eitt sindur.
Tær tríggjar leyvurnar hava tó framvegis ikki latið nakað mál inn í endaspælinum, og fyrstu 17 minuttirnar í 2. hálvleiki syrgdi Ongland fyri, at eingin ivi var um, hvør fór at spæla seg í hálvfinaluna. Í fyrsta minutti legði Luke Shaw eitt gott frísparksinnlegg inn, ið Manchester United-liðfelagin Harry Maguire hart stútaði í netið. Fimm minuttir seinni spældi Ongland heilt væl - Sancho vann bóltin, Sterling fann hegnisliga Shaw, ið skrúaði bóltin inn í pannuna á Kane, sum nú hevur trý mál í knock-out dystinum.
Harry Kane saman við Gareth Southgate eftir innskiftingina í 73. minutti
Jordan Henderson yvirtók liðskiparabandið frá Kane. Hann skoraði seinasta málið hjá Onglandi (Myndir: EPA)
Kane, Sterling, Shaw og sentralu miðvallarnir, sum báðir hava gul kort í kappingini, vórðu skjótt skiftir út og spardir, og hetta gav millum annað pláss til Jordan Henderson. Liverpool-liðformaðurin kom væl inn, og eftir bert fimm minuttir á vøllinum stútaði ein púra fríur Henderson hornaspark frá Mason Mount, ið var aftur á liðnum, í málið til 4-0.
Shevchenko fingur einki gjørt við Ongland
Jordan Pickford hevur hildið málið reint í øllum dystunum í endaspælinum (Myndir: EPA)
Síðani var tað "cruise control", og nú er ein ógvuliga áhugaverd hálvfinala millum Ongland og Danmark á skránni. Hon verður leikt mikudagin á Wembley. Danir vunnu 2-1 í Baku fyrr í kvøld. Ongland hevur nú fingið gongd á málskjótingina, men ukrainska liðið hevði heilt lítið at bjóða uppá í kvøld, og sviar sótu helst og irðaðu seg grønar um, at teir ikki megnaðu at spæla seg víðari móti liðnum hjá Shevchenko, tí teir í gulum og bláum høvdu allarhelst megnað at givið liðnum hjá Southgate meira mótstøðu.
Ongland hevur nú vunnið tríggjar EM knock-out dystir í søguni, er í einari EM-hálvfinalu fyri aðru ferð - fyrru ferð var á heimavølli fyri 25 árum síðani - og er annað endaspælið á rað í einari hálvfinalu.
EM 2020(2021) fjórðingsfinalur
Í dag- Leygardagin 3. juli
Olympic Stadium, Rom
Ukraina - Ongland 0-4 (0-1)
4' Harry Kane 0-1
46' Harry Maguire 0-2
50' Harry Kane 0-3
63' Jordan Henderson 0-4
Olympic Stadium, Baku
Kekkia - Danmark 1-2 (0-2)
5' Thomas Delaney 0-1
42' Kasper Dolberg 0-2
49' Patrick Schick 1-2
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald