Leygardagin verður árliga Bygma-Open golfkappingin leikt á golfvøllinum á Glyvursnesi.
Kappingin verður skipað sum ein slagkapping uttan handikapp. Eisini verður kappingin býtt upp í tvær kappingar, har onnur verður leikt yvir 18 hol, meðan leikarar, ið eru farnir upp um 70 ár, kunnu velja at leika 9 hol. Kappast verður eisini um at sláa bóltin næst holinum á par 3-holunum 2/11 og 4/15.
Kappingin yvir 18 hol byrjar kl. 9. Kappingin yvir 9 hol byrjar kl. 10.30.
Bygma Balslev letur vinnarunum góðar vinningar.
Tá tað er ein opin kapping, kunnu allir golfleikarar teknað seg til kappingina, og ikki bert limir í Tórshavnar Golffelag.
Dystargjaldið, ið er 100 krónur. Meira kunning um tilmelding á golf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald