Fótbóltur

Ósigrað í seinastu sjey evropeisku heimadystunum

KÍ hevur góð hagtøl í hesum høpinum. Fyrsti heimadysturin í bólkaspælinum verður hósdagin klokkan 17.45, tá franska Lille kemur á vitjan.

KÍ hevur bert tapt tveir av sínum seinastu tíggju evropeisku heimadystum - eftir 90 minuttir - og seinast endaði tað 1-1. Hósdagin vitjar tó krútsterkt mótsstøðulið (Mynd: BjarnaMyndir)

KÍ hevur bert tapt tveir av sínum seinastu tíggju evropeisku heimadystum - eftir 90 minuttir - og seinast endaði tað 1-1. Hósdagin vitjar tó krútsterkt mótsstøðulið (Mynd: BjarnaMyndir)

2023-10-03 19:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stóra franska felagið Lille, ið vann meistaraheitið frammanfyri PSG í 2021, er fyrsta heimauppgávan hjá KÍ í bólkaspælinum.

Liðið hjá Magna Hoseth legði út í bólki A í Conference League við teprum ósigri í Bratislava, har KÍ tó vísti seg væl fram í løtum.

Sí eisini: KÍ ikki bert við fyri at læra

Hóast 3-0 sigurin á Ferencváros og víðari luttøkan móti Häcken vórðu tryggjað á útivølli, so eru betru hagtølini hjá KÍ - ikki óvæntað - á heimavølli.

Av teimum fýra evropeisku heimadystunum í ár hevur KÍ spælt tríggjar javnar og vunnið ein. Tað var minniligi sigurin á Molde í august, har Árni Frederiksberg tvær ferðir sló til. Í øllum førunum hevur talan verið um fyrra av tveimum dystum í umfarinum.

2023: 

KÍ -
Sheriff Tiraspol 1-1 (Europa League) *

KÍ - Molde FK 2-1 (Champions League) *

KÍ -
BK Häcken 0-0 (Champions League)

KÍ -Ferencvárosi 0-0 (Champions League)

* Spældur á Tórsvølli vegna vantandi góðkenning í Klaksvík

[object Object]
Árni Frederiksberg eftir enn eitt mál í Champions League (Mynd: Sverri Egholm)

Í fjør vann KÍ allar sínar evropeisku heimadystir. Í øllum førunum var talan um seinna dystin, og tvær ferðir rakk sigur ikki til víðari luttøku. 

Móti Ballkani endaði tað við longdari leiktíð og brotssparkskapping, tí KÍ hevði tapt 3-2 í Kososvo í fyrra dystinum. Útiliðið var stinnari úr ellivu metrum.

2022: 
KÍ - Ballkani 2-1, eftir vanliga leikíð (Conference League) *

- Sutjeska 1-0 (Conference League) **

- Bodø/Glimt 3-1 (Champions League)

* Spældur á Tórsvølli vegna vantandi góðkenning í Klaksvík
** Víðari luttøka 

Í 2021 hevði KÍ vunnið útidystin móti RFS í 1. umfari í Conference League - tað endaði 3-2 til KÍ í Lettlandi. Í fyrsta evropeiska dystinum nakrantíð við Djúpumýru var støðan 2-3 eftir 90 minuttir, og í longdu leiktíðini skoraði útiliðið einsamalla málið.

Harvið er hetta seinasti heimaósigur hjá KÍ í Evropa. Í 2020 vann KÍ 6-1 á Dinamo Tbilisi í Europa League-dysti á Tórsvølli. Talan var um einasta evropeiska heimadyst hjá teimum í bláum hetta árið - tá varð bert ein dystur spældur í hvørjum umfari vegna koronufarsóttina.

Í 3. umfari í 2019 vann sveisiska Luzern 1-0 á Svangaskarði, men í umfarinum frammanundan endaði tað við ávíkavist javnleiki og heimasigri. Harvið hevur KÍ bert tapt tveir av sínum seinastu tólv evropeisku heimadystum. Góð hagtøl fyri føroyskt felag men ógvuliga torfør uppgáva er fyri framman hjá føroyameistarunum hóskvøldið.

Atgongumerki til dystin hóskvøldið, ið byrjar klokkan 17.45, kunnu keypast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder