2019-05-28 11:17
HB tapti í gjárkvøldið 1-0 á útviølli í Norðagøtu, eftir at Dion Splidt skoraði einasamalla málið í dystinum fyri Víking.
Við tapinum endaði 18 dystir langa ósigraða røðin hjá HB uttanfyri Gundadal. Bolt.fo skrivar, at hetta er fyrstu ferð síðani íslendski Heimir Guðjónsson gjørdist venjari hjá HB áðrenn kappingarbyrjan í 2018, at HB tapir ein dyst uttanfyri Gundadal.
HB hevur ikki havt nakra ynskibyrjan á kappingarárið. Havnarliðið liggur á fimta plássi í Betri deildini hjá monnum, heili átta stig aftanfyri oddaliðið KÍ.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald