Fótbóltur

Øssur Dalbúð heldur fram í gulu troyggjuni

NSÍ ger eisini sáttmála við Dánial Danielsen.

Øssur Dalbúð (Mynd: NSÍ)

Øssur Dalbúð (Mynd: NSÍ)

2019-01-06 13:50 Author image
Ari av Rana
placeholder

NSÍ og Øssur Dalbúð leingja um samstarvið.

Felagið boðar frá á heimasíðuni, at Øssur Dalbúð verður aftur í 2019 at síggja í gulu troyggjuni. Øssur er komin fyri eftir at hava verið skaddur, og er klárur til eitt nýtt spennandi kappingarár.

Øssur spældi 21 dystir fyri NSÍ farna kappingarár og skeyt 10 mál, vísa hagtøl hjá Faroesoccer.com.

Felagið hevur eisini skrivað undir sáttmála við Dánial Hansen. Ungi evnaríki málmaðurin leikti í 2018 við U17 landsliðnum hjá Føroym, hann er 16 ára gamal, og er eitt av nógvum stjørnusskotum á veg upp ígjógnum ungdómsrekkjurnar í felaginum, skrivar felagið um Dánial.

Harafturat hevur felagið gjørt sáttmála við Andras Gango um at verða málmansvenjari í felagnum. Andras fer at venja málverjarnar hjá felagnum í vaksnamannadeildunum saman við Jens Martini Knudsen, og fer at verða  málmansvenjari hjá málmonnum í ungdómsdeildini hjá NSÍ.

[object Object]

(Andras Gango og Dánial Danielsen - Mynd: NSÍ)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder