Sera týðandi dystur varð leiktur við Løkin í kvøld. Tann seinasti í 18. umfari og tann seinni oddadysturin í umfarinum. KÍ vann 2-0 á Víkingi fríggjakvøldið, og tey bæði feløgini, saman við B36, kundu vera væl nøgd við úrslitið í kvøld, tí HB er nú javnt við Víking í stigum og dystum, og NSÍ kom ikki uppá sama stigatal sum KÍ og B36. Talan var um ein inntensan oddadyst, har flótandi fótbóltsspæl ikki var lyklaorðið, men har HB á ymiskan hátt var omaná og burdi helst havt hálað sigurin heim. NSÍ vísti tó aftur, at liðið megnar at hála stig heim, tá liðið kemur afturum.
Símun Samuelsen hevði ikki leikbann hesuferð, men var helst skaddur, tí hann var ikki við í hópinum. Pætur Petersen fekk endurval á vinstra kanti, og hann hevði ein sera góðan 1. hálvleik. Eins og í hinum báðum landskappingardystunum eftir steðgin byrjaði Hørður Askham á høgra bakki, Bartal Wardum í miðverjuni, og liðformaðurin Jógvan Rói Davidsen á bonkinum. Hjá NSÍ var Jóhan Troest aftur í miðverjuni eftir leikbann seinast, og Einar Tróndargjógv var á fyrsta sinni í ár við; hann var á vinstra bakki. Hetta hevði við sær, at Jann Benjaminsen varð fluttur á høgra kant, har Búi Egilsson spældi í Sarpugerði sunnudagin, tá hann skoraði avgerandi málið. Búi hevði leikbann í dag.
(Jóhan Troest Davidsen var aftur í miðverjuni - Hørður Askham spældi høgri bakkur fyri HB triðja landskappingardystin á rað)
Eftir 11 minuttir hevði Adrian Justinussen fyrstu skotroyndina. Hon var stutt inni í brotsteignum, men Tórður Thomsen bjargaði væl. Tveir minuttir seinni rakti Daniel Johansen, ið byrjaði inni í staðin fyri leikbannaða Brynjar Hlöðversson á sentrala miðvøllinum, tvørtræðið nakað uttanfyri brotsteigin. Síðani tók NSÍ yvir eina løtu. Fyrst hevði Klæmint Andrasson Olsen ein stóran tvífaldan møguleika eftir gott forarbeiði frá Peturi Knudsen í vinstru, men Teitur Matras Gestsson fekk labban á stútaran, og síðani fekk Klæmint akkurat ikki beint returbóltin í málið. Eftir hetta hevði NSÍ nakrar góðar støður; m.a - eftir mistøk frá HB, men stóri málmøguleikin kom ikki heilt, hóast heimliðið hevði gott tamarhald á.
(Teitur Matras Gestsson legði í dag upp til málið hjá HB, men megnaði ikki at halda málið reint hóast eina framúr bjarging)
Tíggju minuttir fyri hálvleik sendi Teitur ein bólt frá egna brotsteigi, ið endaði í brotsteignum hjá NSÍ. Tórður bíðaði eftir bóltinum, og skuldi taka hann, men var ikki nóg ansin, og Bárður Hansen skermaði ikki Pætur, ið kom ímillum og rullaði bóltin í tóma málið. Restina av hálvleikinum var HB omaná, og bæði Dan í Soylu og Pingel høvdu góðar skotroyndir, ið Tórður bjargaði.
(Pætur Petersen legði HB á odda í kvøld - Mynd: Sverri Egholm)
Føroyameistararnir hildu fram við at sita á tí eftir steðgin, og tað var sera trupult hjá NSÍ at yvirhøvur hótta HB. Útiliðið hevði heldur ikki nógvar opnar møguleikar, men var naskari og meira góðska var á spælinum hjá HB, ið hevði tamarhald á. Tað líktist einum 1-0 dysti, men so kom Øssur Dalbúð inn. Hann fór beinleiðis inn í málteigin, til reiðar til hornaspark sum kom úr vinstru. Teitur og HB-verjan fingu ikki fatur á bóltinum, ið datt niður fyri Øss, ið javnaði. Hetta var bert dystur nummar tvey í Betrideildini í ár hjá Øssi; hann hevur verið úti við skaða fram til summarsteðgin.
(Tórður Thomsen hevði nakrar góðar bjargingar men var eisini íblandaður í málinum hjá HB - Mynd: Jens Kr. Vang)
Nógv varð lagt í nærdystirnar ímillum liðini við íslendskum venjara, og tíggju minuttir fyri tíð fekk Pingel sítt seinna gula kort - minuttin eftir at danin hevði ein sera góðan møguleika, ið Tórður tó fekk vart væl fyri. Tað var tó HB, ið var meira á bóltinum við tíggju monnum, men har hendi ikki meira í dystinum, og hóast hetta var fyrstu ferð í ár, at NSÍ ikki fekk fult við Løkin, so var tað eitt størri vónbrot fyri HB, tá hugsað verður um stigatalvuna og dystargongdina.
Bæði liðini hava ÍF á skránni komandi vikuna, og skulu hava trý stig ímóti botnliðnum. NSÍ spælir mikukvøldið útsettan dyst í Fuglafirði og sunnudagin á Argjum.
Betrideildin, 18.umfar
11.08, Við Løkin
NSÍ-HB (0-1)
NSÍ (4-3-3): Tórður Thomsen - Bárður Jógvanson Hansen, Oddur Árnason Højgaard, Per Langgaard, Einar Tróndargjógv - Jann Martin Mortensen (76' Øssur Dalbúð), Peder Nersveen, Pól Jóhannus Justinussen - Jann J. Benjaminsen ( Búi Egilsson, Klæmint Andrasson Olsen (L), Petur Knudsen (46' Betuel Hansen)
Gul kort: Petur Knudsen, Einar Tróndargjógv, Pól Jóhannus Justinussen, Bárður Hansen
HB (4-3-3): Teitur Matras Gestsson (L) - Hørður H. Askham, Bartal Wardum, Lasse T. Andersen, Magnus Egilsson - Tróndur Jensen, Daniel Johansen (84' Ari Mohr Olsen) - Adrian R. Justinussen, Dan í Soylu ('75 René Shaki Joensen), Pætur J. Petersen - Sebastian Pingel
Reytt kort: Sebastian Pingel (81')
Gult kort: Daniel Johansen
AB-ÍF 3-1 (0-0)
47' Lukas Grenaa Giessing 1-0
76' Lukas Grenaa Giessing (br.) 2-0
83' Eli Christiansson 3-0
90 (+3)' Jan Ellingsgaard 3-1
TB-Skála 0-2 (0-1)
45' Jákup Johansen 0-1
68' Jákup Johansen 0-2
B36-EB/Streymur 3-0 (1-0)
43' Michal Pryzbylski 1-0
58' Alex Mellemgaard 2-0
61' Árni Frederiksberg (br.) 3-0
Les eisini: AB er leyst frá botninum
Fríggjadagin 9/8:
KÍ-Víkingur 2-0 (0-0)
50'min Jóannes Bjartalíð 1-0
90'min Jóannes Bjartalíð 2-0
Les um dystin her
Støðan:
1. KÍ (38 stig) 16 dystir
2. B36 (38 stig) 17 dystir
3. NSÍ (36 stig) 16 dystir
4. HB (35 stig) 18 dystir
5. Víkingur (35 stig) 18 dystir
6. Skála (24 stig) 18 dystir
7. TB (18 stig) 18 dystir
8. AB (11 stig) 18 dystir
9. EB/Streymur (9 stig) 18 dystir
10. ÍF (5 stig) 17 dystir
Komandi umfar:
(Mikukvøldið 14/8 - útsettur dystur frá 15. umfari: ÍF - NSÍ
19
|
17-08-2019
|
|
-
|
|
||
19
|
17-08-2019
|
|
-
|
|
||
19
|
18-08-2019
|
|
-
|
|
||
19
|
18-08-2019
|
|
-
|
|
||
19
|
18-08-2019
|
|
-
|
(FaroeSoccer)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald