Fótbóltur

Øssur verður nú venjari í B36

51-ára gamli toftamaðurin stóð í nøkur ár á odda fyri besta liðið barndómsfelagsins, ið hann fekk upp í Betrideildina aftur. Nú gleðir hann seg til at arbeiða við ungum leikarum á næstbesta liðnum hjá B36, sum skulu gerast til reiðar til júst bestu deildina.

- Prátið okkara millum gav mær eisini eina fatan av, at B36 reint struktuelt er væl fyri. Tykkara tilgangur til fótbóltsspælið dámar mær væl, og gevur mær eisini eina trúgv uppá, at við at geva teimum ungu álit, og tað fatan av, at tað er her vit kunnu mennast, ikki bara sum fótbóltsspælarar, men eisini sum menniskja (Mynd: Sverri Egholm)

- Prátið okkara millum gav mær eisini eina fatan av, at B36 reint struktuelt er væl fyri. Tykkara tilgangur til fótbóltsspælið dámar mær væl, og gevur mær eisini eina trúgv uppá, at við at geva teimum ungu álit, og tað fatan av, at tað er her vit kunnu mennast, ikki bara sum fótbóltsspælarar, men eisini sum menniskja (Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-02 09:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg havi líka síðan eg gavst sum venjari hjá B68, allatíðina haft eitt ynski um at byrjað aftur. Spurningurin var bara nær eg føldi meg vera kláran til tað. Eftir tykkara fyrispurning, so helt eg tað vera einur fínur møguleiki hjá mær at koma ígongd aftur. B36 er eitt felag við einari bjartari framtíð, um rætt verður farið fram. Tit hava eina rúgvu av ungum lovandi talentum, sum kunnu koma langt í fótbóltinum. Hetta vil eg gjarna verður ein partur av, tí eg eg eri sikkur uppá, at um hesir fáa tí røttu venjingina, so kunna teir koma langt. 

Soleiðis sigur Øssur Hansen við Facebook-síðuna hjá B36 í samband við, at 51-ára gamli toftamaðurin nú er settur sum venjari hjá næstbesta liðnum hjá B36.

Hetta verður ikki fyrstu ferð, at toftamaðurin verður í hesum ártalsfelagnum. Í 1999 spældi Øssur Hansen, sambært Faroesoccer, 27 dystir fyri B36, og talan gjørdist um silvur í steypakappingini og bronsu í landskappingini.

Øssur er annars mest kendur fyri sína longu tíð sum leikari í barndómsfelagnum og á A-landsliðnum, og hann var í samanlagt fýra ár høvuðsvenjari hjá besta liðnum hjá B68. Í 2020 eydnaðist at vinna uppflyting til Betrideildina aftur við avgerandi sigri á AB, og í 2021 fekk B68 25 stig og helt sær uppi. 

Hann segði seg úr starvinum á Svangaskarði tíðliga í mai men fer nú av álvara í gongd aftur sum venjari. Øssur Hansen sigur við B36-síðuna, at tað spælir ein leiklut, at hann til dagliga arbeiðir í høvuðsstaðnum, men at avgerðin sannligi eisini snúði seg um, hvussu B36 er fyri og sær uppá fótbólt og menning.

- Prátið okkara millum gav mær eisini eina fatan av, at B36 reint struktuelt er væl fyri. Tykkara tilgangur til fótbóltsspælið dámar mær væl, og gevur mær eisini eina trúgv uppá, at við at geva teimum ungu álit, og tað fatan av, at tað er her vit kunnu mennast, ikki bara sum fótbóltsspælarar, men eisini sum menniskja. 

[object Object]
Súsanna Maria Hansen og Øssur Hansen eftir at sáttmálin er undirskrivaður (Mynd: B36) 

Danin Michael Haase, ið er Head of Coaching hjá B36, sigur, at tað at ein venjaraprofilur sum Øssur nú er settur er ein góðskustemplan av arbeiðnum, ið felagið ger í løtuni.

- Øssur er eyðmjúkur og bara ein fantastiskur persónur, og tað er nakað, ið vit leggja stóran dent á í B36. Samstundis er hann fakliga dugnaligur, og veit hvat tað krevst fyri at spæla í Betrideildini.

Í felagnum hevur veruliga verið arbeitt at gjørt 1. deild til eina so góða lopfjøl til Betrideildina sum gjørligt, og í fjør fingu seks leikarar - allir í U17-aldri sum eisini vunnu greipuna har - sínar fyrstu minuttir á besta liðið felagsins. 

B36 fekk 27 stig í 27 dystum í 1. deild í fjør og endaði á 8. plássi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder