Fótbóltur

Oussama Ala og KÍ samdust um sáttmála áðrenn fráferð úr Albir

25-ára gamli miðvallarin hevur tunesiskan og norskan ríkisborgararætt og hevur seinst spælt í bestu deildini í Tunesia - sum Portalurin skrivaði, er hesin triði nýggi spælarin í KÍ.

Magnus Powell og Oussema Sørlie Ali (Mynd: ki.fo)

Magnus Powell og Oussema Sørlie Ali (Mynd: ki.fo)

2026-02-04 16:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Hann er ein snildur, kvikur og ágrýtin spælari.

Soleiðis lýsir Magnus Powell, venjari hjá KÍ, tann nýggjasta spælaran í hópinum - tann triðja sum felagið hevur fingið inn í vetur.

Áleypararnir Dávid Reynheim og Erlend Hustad eru eisini lagdir afturat, og á venjingarleguni í Spania spældi Oussema Sørlie Ali seg til ein sáttmála: Beint áðrenn heimferðina samdust hann og KÍ um eitt-ára samstarv.

- - Eg eri stoltur og spentur, nú eg havi gjørt avtalu við KÍ. Havi fingið eina sera jaliga fatan av felagnum og hópinum. Nú gleði eg meg at geva kongabláu troyggjuni alt eg megni, sigur Oussama við ki.fo.

Felagið hevur kunngjørt 25-ára gamla miðvallaran seinnapartin - hesa søguna bóru vit fyrr í dag

Sí eisini: KÍ ger sáttmála við norskan miðvallara - hevur skrivað undir við ein ungun lokalan

Oussama Ali er 25 ár, við tunesiskum og norskum borgarskapi. Síðsta felagið hann hevur spælt við er CA Bizertin í bestu deildini í Tunisa. Undan tí spældi Ali millum annað í næstbestu deildini í Svørki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder