Fótbóltur

Ov lítil undirtøka fyri KÍ ársveitslu

Undirtøkan til ársveitsluna hjá KÍ er ov lítil, og tí er hon avlýst. Hon skuldi vera í Varpinum leygarkvøldið.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-10-30 11:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Silvur og tap í fyrsta umfari í steypakappingini er ikki nóg gott fyri klaksvíkingar. Í øllum førum ikki nóg nógvar. KÍ boðar í dag frá, at ársveitslan, sum skuldi vera í Varpinum leygarkvøldið 2. november er avlýst.

Orsøkin er at undirtøkan hevur verið ov lítil til at bera tiltakið, og tí er hendan avgerðin tikin.

Atgongumerkini kostaðu 615 krónur.

- Vit vilja tó nýta høvið at takka øllum fjepparum, leikarum, venjarum og hjálparfólki fyri eitt gott og spennandi kappingarár í 2024. Stuðulin og eldhugin hjá tykkum øllum hevur verið ómetiligur fyri felagið, og vit eru takksom fyri hvønn tann einasta av tykkum, sigur KÍ.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder