HSF: Føroysku U19-kvinnurnar vóru akkurát ov stuttar til bronsuna í Euro Championship kappingini í dag. Føroyar taptu 27-25 móti Hvítarusslandi.
Føroyska liðið hevði trupult við at fáa glið á álopsspælið í dag. Hvítarussiska liðið spældi við sera ágangandi verjuspælið, har tær til tíðir lógu og mansvardu við einum ella tveimum leikarum. Liðini fylgdu tó fyrstu 20 minuttirnar, har munurin ongantíð var meira enn 1 mál. Hvítarussiska liðið kom tó fram um við nøkrum málum seinastu 10 minuttirnar av fyrra hálvleiki, tá føroyska liðið brendi heldur illa og gjørdi fleiri tekniskar villur. Hálvleiksstøðan var 10-13.
Hvítarussiska liðið helt seg frammanfyri við nøkrum málum tað mesta av seinna hálvleiki, men tá 10 minuttir vóru eftir gjørdi føroyska liðið ein vørr og kom uppá javnt aftur. Føroyska liðið hevði eisini møguleikar at koma fram um, men vóru fleiri marginalar, sum ikki fullu til okkara, og vóru okkara heldur ikki nóg kaldar seinastu løtuni og dysturin koppaði til Hvítarusslands.
Føroyar gjørdist sostatt nummar 4 av 9 liðum í kappingini. Finalan stendur millum Holland og Pólland.
Besti føroyski leikari í dystinum var kosin Jana Mittún.
5 min 2-1
10 min. 2-3
15 min. 5-5
20 min. 7-6
25 min. 7-9
30 min. 10-13
35 min. 12-15
40 min. 14-17
45 min. 17-21
50 min. 20-21
55 min. 23-24
60 min. 25-27
Málskjúttar hjá Føroyum:
Jana Mittún 9
Natasja Hammer 5
Lea Símunardóttir Lisberg 3
Brynhild Pálsdóttir 3
Rannvá Olsen 2
Frida Holm Jacobsen 2
Lív Bentsdóttir Zachariassen 1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald