Fótbóltur

Ovaru liðini vunnu

KÍ og Víkingur, ið hittast næsta vikuskifti, vunnu bæði við tveimum málum - á ávíkavist 07 Vestur og EB/Streymi. Serliga KÍ hevði tó sanniliga sítt baks, hóast liðið var í yvirtali meginpartin av heimadystinum.

Árni Nóa Atlason skoraði aftur fyri Víking - hann og pápin kunnu fegnast um enn ein sigur: Nummar 21 á rað í Betrideildini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Árni Nóa Atlason skoraði aftur fyri Víking - hann og pápin kunnu fegnast um enn ein sigur: Nummar 21 á rað í Betrideildini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-04 21:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir dystir í 8. umfari vórðu spældir í Betrideildini. Oddaliðið og ein av núverandi avbjóðarunum fingu trý stig hvør. Vìkingur vann sín samanlagt 21. sigur á rað, og KÍ vann annan dystin hesa vikuna eftir tógvið stríð.

07 Vestur fekk liðformannin Frederik Holst riknan av vølli í 20. minutti í Klaksvík. Miðvallarin fekk eitt bíligt gult kort fyri eitt fríspark, og mótmælti við millum annað at taka í armin á dómaranum. Hetta útloysir vanliga kort, og tí gav Jóhan Hendrik Ellefsen Holst reyða kortið.

Við tíggju monnum valdi útiliðið at stilla seg ógvuliga lágt við 5-3-1, og hetta eydnaðist sum so væl. 07 Vestur vardi væl - við stórari hugsavnan og uttan at hótta hinvegin - og KÍ spældi heldur seint og uttan hugflog í løtum: Óneyvt og uttan at skapa upplagdar málmøguleikar.

[object Object]
Páll Andrasson Klettskarð og liðfelagirnir hava nú fingið seks stig í hús hesa vikuna - tað hevur ikki verið pent ella sannførandi, men KÍ hevur gjørt nóg mikið til at hanga í, í oddastríðnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Í 73. minutti royndi Cedric Yambere seg við langskoti, eftir at miðverjin fekk nógv pláss at reka fram ímóti 07 Vestur-brotsteignum. Hann smekkaði til, bólturin fór í eitt 07 Vestur-bein og snýtti málverjan.

1-0, tað lætnaði nakað hjá KÍ, sum síðani hevði nakrar vandamiklar støður til at økja. Í 89. minutti smekkaði Jóannes Kalsø Danielsen til eftir hornsparksstøðu, og toppskjúttin í Betrieildini Páll Klettskarð var púra klárur og stýrdi bóltinum seinasta petti í málið.

Stríggið hj KÍ móti stríðfúsum 07 Vestur-liði, men beint nú snýr tað seg um stig hjá KÍ og at finna eina rútmu aftur. Seks stig eru upp til 1. plássið undan dystinum móti Víkingi um átta dagar.

Víkingur vinnur og vinnur....og vinnur

EB/Streymur stríddist aftur væl ímóti einum av ovaru liðunum og gjørdi dystin spennandi móti endanum, tá Andras Olsen stútaði í málið eftir hornaspark.

Víkingingarnir vóru tó ov sterkir, og tríggir gøtumenn gjørdu bart við Margáir.: Í fyrra hálvleiki var tað Finnur Justinussen, sum gjørdist púra fríur eftir frísparksinnlegg frá Poul Kallsberg. Eftir ein tíma fann Poul flott Árna Nóa Atlason, sum rann væl afturum verjuna og skoraði trygt. 1-3 málið í yvirtíðini gjørdi Martin Klein Joensen eftir gott mótálop - hansara fyrsta í ár.

Ikki tann allarbesti dysturin hjá liðnum úr Eysturkommunu, men trý mál, trý stig og fullur pottur eftir átta umfør. Lykladystur er ímóti KÍ næsta umfar - í løtuni eru føroyameistararnir seinastu árini á 2. plássi við betri málmuni enn HB, ið spælir móti B36 í morgin.

Fyrri í dag vann NSÍ grannauppgerðina á Svangaskarði við tveimum málum seint í dystinum.

Les eisini: NSÍ vendi grannauppgerdini seinastu minutttirnar

Betrideildin menn  8. umfar

Í dag, leygardagin 4. mai

EB/Streymur-Víkingur 1-3 (0-1)
28' Finnur Justinussen (Poul Kallsberg) 0-1
61' Árni Nóa Atlason (Poul Kallsberg) 0-2
85' Andras Ólason Olsen (Tóki Johannesen) 1-2
90 (+1)' Martin Klein Joensen (Jákup Johansen) 1-3

KÍ-07 Vestur 2-0 (0-0)
73' Cedric Yambere 1-0
89' Páll Andrasson Klettskarð (Jóannes Kalsø Danielsen) 2-0

Reytt kort: Frederik Holst (07 Vestur - 20')

B68-NSÍ 1-2 (1-0)
14' Bartal Páll Klein, br. 1-0
82' Búi Egilsson (Petur Knudsen) 1-1
90(+4)' Dion Splidt (Petur Knudsen) 1-2

Sí meira her
Les eisini: NSÍ vendi grannauppgerdini seinastu minutttirnar

Í morgin, sunnudagin 5. mai
ÍF-Skála ÍF (15:00)
HB - B36 (17:00)

Støðan Betri deildin menn

1. Víkingur 24 stig
2. KÍ 18 stig 
3. HB 18 stig *
4. NSÍ 15 stig 
5. B36 11 stig *
6. 07 Vestur 11 stig
7. Skála ÍF 7 stig *
8. EB/Streymur 4 stig
9. B68 1 stig 
10. ÍF 1 stig *

* Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder